Tórbjørn Jacobsen
-----------
Blaðstýrarin á Sosialinum, Jan Müller, tykist hava fingið rætta beinið út av songarstokkinum, táið tað lýsti fyri degi í gjáramorgunin. Við væl spískaðum blýanti greinar hann ein av trupulleikunum, sum hetta samfelagið er við at hoykna undir ella undan. Bólgnandi umsitingina, ið er farin at líkjast alt meiri yvirísingini umborð í Torkeli Mána á Ný Funnalandsmiðum í fimtiárunum, táið teir brendu gálgarnar av honum við skeribrennara, fyri at fáa kjølfestuna aftur. Tað var um reppið, at teir hóraðu undan, operatiónin eydnaðist tó hesum djørvu valamonnum, og allir bóru boðini.
Aðalráðini eru nú til umrøðu, og gitt verður, hví rúgvan bara rúmkast. Nevnt verður, at løgmaður, fíggjarmálaráðharrin og vinnumálaráðharrin hava róð framundir, at talið verður skert, helst niður í seks aðalráð. Teir hava valdið til at gera tað, á sama hátt sum teir høvdu valdið til at seta tey níggju ráðini, táið seinra syftan av eini ABC-samgongu varð skipað, fyri hálvum øðrum ári síðani. Ynskidreymurin hjá blaðstýraranum um, at hendan samgongan fer at gera broytingina, er í bláoygdara lagi. Ein samgonga, ið ikki hongur saman av politiskum hugsjónum, visiónum og málum, hon hongur hinvegin saman í eini ísakaldari valdsins terrorjavnvág, har tað snýr seg um at býta á skinninum við politiskum taburettum og positioneringum.
Tað broytir onki um, at hava ein løgmann, sum á Rás2 hendan dagin, las alt idékatalogi hjá Tjóðveldinum upp, frá einum fíggjarlógaráliti, sum um, at hetta varð kósin, ið samgongan nú fór at stevna eftir. Bágin er, at onki hendir, bremsurnar eru sleptar, spitarin frystur og bíða verður bara eftir ørandi sjónini - uppganginum frá kølbláa havinum, táið upsin verður slept.
Talið av aðalráðum er úrslitið av eini politiskari kabalu. Ætlanin er bara kvantitativ, kvalitativa hugtakið er ikki komið monnum til hugs yvirhøvur. Blaðstýrarin ilskast serliga um nýskipaða ráðið í uttanríkismálum. Hetta var hugsað sum eitt týðandi lið í skipanini av føroyska statinum. Við negativa tjóðskaparliga ambitiónsniveau´num hjá hesi samgonguni, um ævinligt framhaldandi danskt hjálandastøði, er nýggja ráðið meiningsleyst, serliga táið vit sita eftir við einum skralltómum løgmansembæti. Hartil eru fólkafloksmenn somikið væl organiseraðir og mæltir fyri munni, at tørvur skuldi ikki verið á einum almennum propagandaministerium, fyri hálvthundrað milliónur krónur um árið, fyri at halda teirra hjólum rullandi.
Tað finst bara ein møguleiki fyri at broyta umrødda mál, og tað er at gera neyðugu ásetingarnar í Stýrisskipan Føroya. Sjálvur skrivaði eg eitt uppskot um hetta vegna flokk okkara fyri sløkum ári síðani. Løgtingsmál no. 143/2008.
Har varð mælt til at broyta stýrisskipanina soleiðis, at tingmannatalið skal lækkast úr 33 niður á 25 tingmenn, og at ásetingin um manning av landsstýri skal orðast soleiðis, at vera skal ein løgmaður og í minsta lagi tveir og í mesta lagi seks landsstýrismenn. Soleiðis slepst við lóg undan ynskidreymunum hjá diverse persónum og flokkum, táið landsstýri skulu skipast, umsitingin minkar og gerst heilt víst munadyggari og rationellari fyri tey, sum umsitingin er skipað fyri at tæna, og hol er tá sett á eina neyðuga trimming av almenna geiranum, ið hevur vaksið seg til hálva dráttin í samlaða føroyska samfelagsgeiranum.
Flokkarnir hjá teimum trimum, sum í oddagreinini sigast vera eldhugaðir fyri at gera omanfyrinevndu broytingar, vóru ikki sinnaðir at fremja broytingarnar. Havast skal í huga, at tveir teirra eru floksformenn og ein næstformaður, og táið atkvøtt var um uppskot okkara dagin fyri flaggdagin í fjør, tá atkvøddu bara umboð fyri Tjóðveldi fyri uppskotinum, ímeðan allir hinir flokkarnir atkvøddu ímóti tí, sum teir nú uppá hvamsvís siga seg at taka undir við.
Sic transit gloria mundi – soleiðis týnist heimsins skart.