Umsetningur hjá Tesla øktist 51 prosent til 555 milliardir krónur

Tesla fer framyvir at minka útreiðslurnmar og framleiða fleir bilar, skrivar felagið í ársfrágreiðing

 

Elon Musk, stovnari og aðalstjóri felagsins

Umsetningurin hjá Tesla vaks við 51 prosentum til 81,5 milliardir dollarar í 2022, svarandi til umleið 555 milliardir krónur.

Tað framgongur av felagsins ársfrágreðing í dag.

Nettoinntøkan hjá felagnum verður meira enn ferfaldað samstundis til 12,6 milliardir dollarar.

Framyvir fer Tesla í størri mun at minka um útreiðslurnar eins og at økja framleiðsluna á verksmiðjum sínum, skrivar felagið.

Tað er milliardingurin Elon Musk, sum hevur stovnað Tesla og sum er aðalstjóri felagsins.

/ritzau/

 

##med2##

 

Elon Musk, stovnari og aðalstjóri felagsins