Umsita almennar pengar illa

Í sambandi við roknskapin hjá Smyril Line er komið fram, at frákoyrdi stjórin kostaði felagnum 2,4 milliónir krónur í fjør. Upplýst verður ikki, hvussu stórur partur er løn og hvussu stórur partur er fráfaringarløn. Men stjórin varð koyrdur frá í juni, so ein stórur partur má vera fráfaringarløn.

Fyri tveimum árum síðani stóð Smyril Line á eggini til húsagang. Tað almenna setti 30 milliónir krónur í felagið, sum varð bjargað. Altso 30 almennar milliónir krónur bjargaðu felagnum.

Nú er tað so, at landssttýrið eigur meirlutan í felagnum, partvís beinleiðis og partvís ígjøngum Fram­taks­grunn Føroya. Taka vit part­in hjá TF Holding, sum fólk­ið í Før­oy­um eig­ur, so eig­ur tað al­menna 78,7 prosent av felagnum.

Tí er tað ótruligt, av Vinn­u­mál­a­ráð­ið um­stir al­menn­ar peng­ar so illa. At tað ber til hjá ein­um part­a­fel­ag, sum tað almenna eigur, at geva stjór­a­num næstan 10 pro­sent av almennaru kreppu­hjálp­ini, tað er í besta lagið idi­ot­iskt.

Áhugavert hevði verið at fing­ið at vitað, hvussu Smyr­il Line hevur brúkt hin part­in av teim­um 30 milli­ón­u­num – og um Vinnumálaráðið í heila tikið hevur ánilsi fyri, hvussu kreppuhjálpin verður brúkt. Er tað so galið, at almenna skip­­an­in bara er for rotin...?