Umsitingin fram um havnarborgarar

Eftir at býráðið í nøkur ár hevði tikið burtur parkeringspláss ymsastaðni í miðbýnum í Havn, so vórðu fyri eini tveimum árum síðani fleiri nýggj parkeringspláss málað á vegirnar í miðbýnum, eitt nú í Tórsgøtu, í Niels Finsensgøtu og Havnargøtu.

 

Men fyri tveimum mánaðum síðani fjernaði býráðið aftur tvey parkeringspláss í Tórsgøtu, har annað teirra var til avlamin. Tveir av teimum fimm básunum, sum vóru framman fyri Posthúskjallaran.

 

Orsøkin til, at hesir báðir básarnir eru tiknir burtur er, at starvsfólk á býráðnum skulu parkera á serligum básum, býráðið hevur málað í Posthúsbrekkuna.

 

Av býráðnum í Havn siga tey soleiðis:

 

»Í Posthúsbrekkuni hava básarnir, við undantaki av einum ári, verið í fleiri ára tíggju brúktir til bilar hjá kommununi. Talan er um brekku, sum er ein brattur blindur vegur, sum ikki verður brúktur til annað enn parkering. Básarnir verða mettir óhóskandi til almenn parkeringspláss og kommunan vil neyvan viðmæla at merkja hesi til almenna parkering, orsakað av stóra hallinum og truplu atomuviðurskiftunum.

 

Viðvíkjandi parkeringsbásum í Tórsgøtu kann verða upplýst, at ætlanin er at avmerkja tann aftasta parkeringsbásin uttanfyri posthúskjallarin til rørslutarnað.«

 

Soleiðis mistu havnarfólk tvey parkeringspláss, fyri at starvsfólk hjá Tórshavnar kommunu kundu fáa trý parteringspláss.