Umsitingini feilar onki

Í sambandi við málið um byggingina av nýggjum bygningi til Kommunuskúlan, har serstøk byggisamtykt brádliga stakk seg upp, sigur Jan Christiansen, borgarstjóri í Havn, at umsitingini feilar onki

Jógvan Arge, býráðslimur í Tórshavnar Býráð, hevði fyri stuttum at umsitingini í býráðnum, tí hann helt, at hon átti at fingið skil á sínum pappírnum.
Hetta segði Jógvan Arge í sambandi við byggingina av nýggjum bygningi til Kommunuskúlan. Í hesum málinum stakk brádliga ein serstøk byggisamtykt upp, sum umsitingin ikki visti nakað um, og mátti arbeiðið uppá skúlan tí steðgast.
Jan Christiansen, borgarstjóri, er tó ikki heilt samdur við býráðsliminum.
? Tað er onki at ivast í, at okkara umsiting er ófør. Trupulleikin er bara, at manningin er rættiliga nýgg, og ongin hevur arbeitt har so leingi, sigur Jan Christiansen.

Vansi

Henda serstaka byggisamtyktin sigur, at økið frá Frelsunarherinum, tvørturum Grasagarð og niðan til Kommunuskúlan skal vera fríøkið. Av tí, at barakkirnar eru tiknar niður og ein nýggjur bygningur skal gerast, so kemur hetta undir nýbygging. Og tað kann man sambært serstøku byggisamtyktini ikki.
? Henda serstaka byggisamtykin umtalar eitt so lítið økið, sum ongin á umsitingini visti nakað um. Og sjálvandi er tað ikki nóg gott, sigur Jan Christiansen. Hann leggur afturat, at í løtuni verður alt funnið fram, sum hevur við byggisamtyktir og líknandi at gera, so nakað slíkt ikki tekur seg upp aftur.
Sambært borgarstjóranum er alt viðvíkjandi hesi bygging farið fram á rættan hátt, og trupulleikin hevur sum sagt bara verið tann, at ongin hevur vitað um hesa serstøku byggisamtyktina.
? Hetta er ikki ein byggisamtykt, men ein serstøk byggisamtykt, sum liggur undir eini aðrari byggisamtykt. Sjálvandi er tað ein ávísur vansi í at hava ung fólk, men hetta verður tikið til eftirtektar og alt slíkt verður nú kannað í størri mun.
Ein stór útskifting fór fram í umsitingini á býráðnum tá kreppan tók seg upp. Fleiri fóru frá vegna aldur, onkur doyði og onkur annar fór í annað starv.
Um byggingina av heimi til minnisveik sigur Jan Christiansen, at har er tað sum so tann sami trupulleikin. Í tí førinum var talan um eina útstykkingarætlan.