Samgongan er samd um at kanna, um Farmaleiðir er ein forrætning, sum ber seg. Um ikki skal ein umskipan av virkseminum fara fram.
Nú er tað ikki so, at Farmaleiðir bara verða avhøvdaðar, um kanningin vísir, at raksturin ikki er nøktandi. Tað ber ikki til, sigur Henrik Old, løgtingsmaður. Tí Løgtingið hevur skyldu at halda flutningsleiðir til ávís støð í landinum.
?Men samgongan er samd um at kanna, um virksemið í eitt nú miðstaðarøkinum er relevant, og um tað ber seg, sigur hann.
Hetta arbeiðið er ongan veg komið sum so, sigur Henrik Old. Tað verður ikki nakað við, at Farmaleiðir verða niðurlagdar ella umskipaðar á nýggjárinum. Verri enn so, leggur hann dent á.
Tað er soleiðis, at í ávísum førum er líkt til, at fyritøkur og stovnar í eitt nú miðstaðarøkinum tykjast hava funnið útav, at tað er bíligari at brúka Farmaleiðir til flutning, enn at hava sítt egna flutningstól.
?Tað er í lagi, so leingi Farmaleiðir eisini fáa nakað burturúr, sigur løgtingsmaðurin. Men vísir kanningin, at Farmaleiðir hava hall av hesum, so er bara eitt at gera, og tað er at steðga tí partinum.
Men ansast má øgiliga væl eftir, hvussu hetta verður gjørt, sigur hann, og nevnir ymsar møguleikar, sum eiga at verða kannaðir. Millum annað, um Farmaleiðir skulu hava skyldu at flyta farm allan vegin frá veitara til brúkara, ella um tænastan skal fevna um flutning millum tvær miðstøðir, til dømis á bryggjuni í Klaksvík og í Havn, soleiðis at veitarin á Viðareiði letur vøruna inn í Klaksvík, og brúkarin á Velbastað kemur til Havnar eftir henni ella sjálvur syrgir fyri, at hon verður flutt til Velbastaðar, sigur Henrik Old.
?Vit mugu vera vís í, hvat vit gera, og syrgja fyri, at vit ikki bara koma við onkrari tilvildarligari loysn, sum kanska um eini tvey ár endar aftur í tí sama, sum vit hava nú, sigur Henrik Old, løgtingsmaður. Her skal farast grundiga fram, og tað er heilt víst, at her verður so eingin kollvelting á nýggjárinum. Tað einasta, samgongan er samd um enn, er at virksemið skal kannast, og verður tað so neyðugt við broytingum, verða tær gjørdar. Men hvørjar tær verða, vita vit einki um enn, sigur hann.