Vísandi til galdandi áseting í byggisamtykt fyri Tvøroyrar kommunu, § 29 Øki D “Havnarøki” stk. 4:
- Eingin partur av útveggi ella tekju má vera hægri enn 11,5 m, tó kunnu neyðugir tekniskir húsalutir vera hægri eftir nærri góðkenning býráðsins. Goymslubrunnar kunnu í mesta lagi vera 20 m høgir, og skorsteinar í mesta lagi vera 60 m høgir. Slík hægri bygging skal altíð sendast til almennar hoyringar.
verður hervið sent til almenna hoyring, umsóknin hjá P/F Varðin Pelagic um byggiloyvi til at byggja á havnarlagnum á Tvøroyri: skorstein við hædd á 60 metrar og goymslubrunnar “siloir” við hædd á 20 metrar.
Hetta skrivar Tvøroyrar kommuna á tvk.fo.
Almenna framløgan er á býráðsskrivstovuni á Tvøroyri, Tvørávegi 37, frá 5. - 19. januar 2024, í tíðini kl. 09.00 til kl. 15.00 allar dagar, uttan leygar- og sunnudag.
Tilhoyrandi tekningar (PDF) kunna eisini síggjast á heimasíðuni hjá Tvøroyrar Kommunu.
Møgulig mótmæli móti uppskotinum og møgulig broytingaruppskot mugu verða kommunustýrinum í hendi í seinasta lagi 22. januar apríl 2024. kl. 15.00, skrivar tvk.fo millum annað, og har er eisini tilfar at síggja um ætlaðu útbyggingina.