Freistin at søkja um luttøku á føroyska súkkluliðnum Team Rynkeby endar í dag.
Tískil kunnu tey, ið kundu hugsað sær at verið partur av Team Rynkeby Føroyar, sum skal súkkla til París í 2015, bert senda umsókn í dag afturat.
Umframt at skriva vanligar upplýsingar so sum aldur, kyn, bústað og starvsheitið, skulu umsøkjarar eisini skriva í mesta lagi 2000 tekin um, hví viðkomandi ynskir at gerast partur av føroyska súkkluliðnum.
Á hvørjum ári søkja túsundtals fólk um at sleppa við á Team Rynkeby – so stór kapping er um plássini. Tú kanst tó økja um tín møguleika at sleppa á liðið, um tú hevur tær 10 luttøkutreytirnar í huga, sum liðskiparin og tað lokala stýrið velja eftir.
Luttøkutreytirnar sært tú her
Umsóknarblaðið sæst her