Umsorganarheimið í Grønulíð

Í sambandi við at umsorganarheimið hjá Bláa Krossi er latið upp í Grønulíð í Havn, var móttøka á heiminum mikudagin 4. februar.

Mótøkan byrjaði klokkan 16, og eftir at aðalskrivarin hjá Bláa Krossi, Hjalmar Hansen, hevði boðið øllum at vera vælkomin, greiddi leiðarin fyri heimið, Yvonna Drangberg, frá um heimið og hvussu ein gerandisdagurin gongur fyri seg.


Umsorganarheimið er eitt heim fyri heimleys og fyrsta av sínum slagi í Føroyum. Í fleiri ár hevur Blái Krossur í Føroyum arbeitt við at finna onkra loysn fyri tey í Føroyum, sum ikki hava ein fastan bústað. Heimið er ætlað teimum, sum av onkrari orsøk ikki sjálvi megna at útvega sær og fasthalda ein bústað.


Umsorganarheimið lat upp mánadagin tann 15. desember 2008, og fluttu fyrstu búfólkini inn hendan dagin. Búpláss er til 7 fólk, sum ikki hava nakran bústað. Húsini eru sett í stand, og eru nú ein virðiligur karmur um eitt heim, sum verður ein varandi bústaður hjá teimum, sum koma at búgva har. Umsorganarheimið er ikki skipað á sama hátt sum t.d. Herbergið hjá Frelsunarherinum.


Umframt leiðaran eru fýra onnur fólk sett í starv á heiminum, tey eru: Emil Thorleifsson, Sunnleif Jacobsen, Poul Poulsen og Karl Rasmussen.



mg