Umstrídd heilsuguru til Føroyar

Upphavskvinnan til umstríddu heilsubókina "10 ár yngri eftir 10 vikum" Thorbjørg Hafsteinsdottir kemur nú til Føroyar at geva góð ráð um heilsu og útsjónd



Tað vakti ans, tá danski heilsuráðgevin Thorbjørg Hafsteinsdottir í fjør kom við eini vegleiðing til, hvussu vit kunnu gerast 10 ár yngri eftir bert 10 vikum. Ráðini hevði hon savnað í bókini 10 ár yngri eftir 10 vikum, sum skjótt gjørdist metseljari í Danmark. Eisini føroyingar fáa nú høvi at hoyra Thorbjørg Hafsteinsdóttir greiða frá sínum ofta umstríddu ráðum, tá hon fer at halda fyrilestur í Føroyum í mai mánað. 



Serfrøðingar ávara

Hóast mong hava tikið øðrvísi ráðini hjá Thorbjørg Hafsteinsdottir um betri vælveru, heilsu og snøggari útsjónd til sín, hava fleiri læknar og serfrøðingar funnist hvassliga at hennara tilmælum.

Eitt nú hevur Kim F. Michaelsen, professari á Institut for Human Ernæring, ávarað staðiliga ímóti ráðunum í bókini um at børn ikki skulu hava mjólk, sambært Biovísundaliga Fakultetinum á Københavns Universitet. Eisini metir Christian Gluud, yvirlækni á Ríkisjúkrahúsinum, sambært Ekstra Blaðnum, at stóru mongdirnar av vitaminum, sum Hafsteinsdottir viðmælir, kunnu elva til krabbamein.

Tað er felagið LIVA, sum hevur boðið Thorbjørg Hafsteinsdóttir til Føroyar. Hóast stigtakararnir eru greiðar yvir kritikkin, hava tær ikki mett tað vera neyðugt at upplýsa fólk um hetta í sambandi við vitjanina hjá Hafsteinsdottir í Føroyum.

- Vit hava ikki hildið kritikkin verið so álvarsaman, at tað var neyðugt at ávara fólk. Thorbjørg Hafsteinsdottir hevur eisini endurskoðað og broytt onkur av sínum heilsuráðum í bókini 10 ár yngri eftir 10 vikum, síðani bókin kom út, sigur Jóngerð Biskopstø, umboð fyri LIVA.

Men hví vísa tit so til júst hesa bókina í tíðindaskrivinum, tit hava sent út?

- Tí vit halda framvegis, at fleiri av ráðunum eru sera áhugaverd og nýhugsandi. Men tað merkir ikki, at vit halda Thorbjørg Hafsteinsdottir hava endaliga svarið uppá allar okkara heilsutrupulleikar. Hafsteinsdottir lagar jú síni ráð til tann einstaka, har tú so kanst taka tað til tín, sum tú heldur hóskar tær best, sigur Jóngerð Biskopstø, sum kortini heldur tað vera í lagi at atfinningarnar koma fram eisini í Føroyum

Í donskum miðlum hevur Hafsteinsdottir sjálv víst kritikkinum aftur og kallað hann tápuligan og útrykk fyri, at fólk hugsa ov konservativt.

Í fyrilestrinum í Føroyum fer Thorbjørg Hafsteinsdottir at vísa á, hvussu vit fáa tamarhald á trongdini til søtt og feitt, og hvussu kroppurin kann ávirkast av ymsum mati, so vit gerast sjúk og feit. Eisini gevur hon góð ráð um, hvussu tú kanst minka um og útseta rukkur, og fáa ein kropp, tú ert nøgd við - og kanska gerast 10 ár yngri eftir 10 vikum.