Eitt hvassorðað kjak hevur tikið seg upp í Fraklandi um eina standmynd av tí kenda franska fótbóltsspælaranum Zinedine Zidane. Tað sermerkta við standmyndini er, at hon vísir hendingina, tá Zidane skallaði italiumannin Marco Materazzi í einum dysti millum Frakland og Italia undir HM-endaspælinum í 2006. Hendingin gav sum vera man Zidane tað reyða kortið.
Listamaðurin, sum hevur gjørt standmyndina, eitur Adel Abdessemed og er av algerskum uppruna eins og Zidane. Standmyndin stendur uttan fyri Pompidou-savnið í París, og har skal hon ætlandi standa til eina ferð í januar.
Í franska fótbóltssambandinum halda tey lítið um standmyndina av Zinedine Zidane, og fótbóltssambandið hevur skotið upp, at hon verður flutt á okkurt annað stað.