Gosfjallið Agung á indonesisku frítíðaroynni Bali er aftur farið at goysa, og í kvøld hevur gosfjallið sent øsku í minsta lagi 1500 metrar upp í luftina.
Tað veit Reuters at siga í kvøld. Myndugleikarnir mæla fólki til at halda seg í minsta lagi 7,5 kilometrar burtur frá gosfjallinum.
Einki er higartil frætt um, at nakar er komin til skaða, men Reuters veit at siga, at flogferðslan í økinum er ávirkað av gosinum.
Hetta er aðru ferð í hesi vikuni, at gosfjallið Agung gevur ilt frá sær, og í september vórðu umleið 100.000 fólk flutt burtur úr landnyrðingspartinum av umtóktu frítíðaroynni.