Umteljing í Iran

Prestastýrið í Iran hevur góðkent, at atkvøðurnar frá forsetavalinum kunnu teljast umaftur Tað var almenna iranska sjónvarpið, sum boðaði frá avgerðini hjá prestastýrinum. Sambært sjónvarpinum var full semja um avgerðina.

Mirhossein Mousavi, sum tapti forsetavalið, hevur kravt umteljing, men hann hevur eisini sagt, at hann hevur ikki serliga góðar vónir um nakra broyting.

Sjónvarpið sigur, at valevni, sum mhava kært úrslitið av valinum, kunnu senda umboð at fylgja við umteljingini.

Aftur í dag vóru stórar mótmælisgongur í Iran ímóti úrslitinum av´forsetavalinum. Mótmælisgongurnar eru tær størstu í 30 ár.