Umvæla skaðar fyri 3,5 milliónir

Seinast í februar mánaði var ógvisligt illveður, og nógvastaðni kring landið stóðst skaði av illveðrinum.

Millum annað var stórur brimskaði á bryggjuna á Sundi, omankoyringina til oljubryggjuna og á grundøkið undir Ocean Rainforest í Kaldbak.

Samanlagt eru skaðarnir mettir at vera 3,5 milliónir krónur.

Tórshavnar kommuna sigur, at tryggingarendurgjald verður kannað í løtuni, og at ivamál eru um, hvussu nógvar skaðar talan er um.
Kortini hevur vinnunevndin eftir uppskoti frá havnameistaranum tikið undir við at umvæla skaðarnar, soleiðis at umvælingin verður liðug í summar.

Men vinnunevndin hevur eftir uppskoti frá havnameistaranum samtykt tikið undir við at umvæla skaðarnar, soleiðis at umvælingin verður liðug í summar, sigur Tórshavnar kommuna.