Farið er undir at umvæla gamla Realskúlan í Havn, sum varð stongdur á Grækarismessu, eftir greinarøð í Dimmalætting, ið varpaði ljós á, at bygningurin ikki var í nýtiligum standi til skúlagongd
Tað var borgarstjórin, sum gjørdi av at steingja skúlan her og nú, at boð vórðu givin um, at skúlin skuldi umvælast.
Menn frá Viking Smíð eru nú í ferð við at skifta klædning og bjálvað bygningin, skrivar torshavn.fo.
Bjálving varð ikki nýtt, tá skúlin varð bygdur fyri 90 árum síðan, og soleiðis hevur verið líka til nú.
Harald Bjørgvin, leiðari á húsaumsitingini hjá Tórshavnar kommunu, sigur, at eftir ætlan fer tað at taka fýra vikur at bjálva skúlan og skifta allan klædningin. Byrjað varð fyrr í hesi vikuni.
Tá gamli klædningurin varð tikin uttanav, var eitt sindur av spenningi um, hvussu stórviðurin mundi hava tað, sigur Harald Bjørgvin. Men tíbetur vísti stórviðurin seg at vera í góðum standi, so har slepst undan at skifta nakað út.
Gamli Realskúlin fer ikki at skifta útsjónd, nú klætt verður av nýggjum. Hann verður gjørdur aftur í sama stíli, sum hann altíð hevur verið, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu síni.