Smiðjuvirksemi
P/F Normek í Norðragøtu er stovnað í januar í 1997.
Høvuðsarbeiðið hjá smiðjuni fevnir í fyrsta lagi um umvælingar og viðlíkahald umborð á skipum og bátum og umvælingar og viðlíkahald av lastbilum.
Felagið hevur eisini havt ein leiklut í alivinnuni, har teir hava framleitt dregg til aliringar. Henda framleiðsla hevur verið í samstarvi við P/F Vónina.
Saman við trimum øðrum fyritøkum hevur Normek stovnað eitt felag, sum kallast ENSK Sp/f. Hetta felag hevur til endamáls at kunna bjóða út stór og fjølbroytt arbeiðir innan eitt nú el, mekanik, hydraulik og sandblásing.
Normek er eisini umboð fyri SAWO í Danmark, sum selir teir vælumtóktu HIAB-kranarnar, sum bæði verða nýttir á landi og sjógvi.
Oljuvinna
Eins og aðrar fyritøkur, sum starvast innan smiðjuvirksemi, hevur Normek eisini fyrireikað seg til eina komandi oljuvinnu í Føroyum. Felagið hevur havt fólk í Aberdeen í Skotlandi, har hesi hava luttikið á skeiðum, soleiðis at tey eitt nú kunnu átaka sær uppgávur úti á einum boripalli.
ISO-9001-góðkenningin er eitt stig á hesi leiðini.
Í dag eru eini 20 fólk í starvi hjá Normek.
Við seinastu útbyggingini av smiðjuni, gjørdust møguleikarnir á verkstaðnum nógv betri, og kann felagið í dag átaka sær at kalla allar stórar umvælingar ? undir taki.
OHSAS 18001
P/F Normek hevur eisini bygt upp eina skjalprógvaða skipan fyri heilsu, trygd og umhvørvi. Henda skipanin er bygd upp í tráð við krøvini í OHSAS 18001-standardinum, sum tað eitur. Hetta merkir, at fyritøkan leggur dent á arbeiðsviðurskiftini og støðugt arbeiðir við at menna hesi.