Katrin Dahl Jakobsen
valevni Javnaðarfloksins til Tórshavnar Býráð
??????
Fyri at tryggja gott umhvørvi og trivnað fyri borgaran er neyðugt at býar- og nú eisini bygdar-planleggingin verður gjørd so væl umhugsað, sum til ber, so ikki verður neyðugt at koma afturumaftur í óðum verkum. Tað ger alt bara dýrari, og troyttandi er tað eisini hjá fólki at skula ganga og langa nevan í borðið her og der, tí planleggingin ikki var, sum hon skuldi. Hugsi serliga um gang frá ferðslu. Allastaðni, har nýggj øki verða løgd út til sethúsabygging, ber til í fyrireikingunum at taka hædd fyri, at her skulu fólk ikki bara búgva, men so sanniliga eisini hava frið. Ikki minst náttarfrið. Aðrastaðni er markvirði sett fyri, hvat ið verður tolt av gangi til dømis frá akførum. Verður hildið, at ov nógvur gangur er ella fer at verða, gera tey ljóð-veggir fram við vegum, sum dempa ljóðið væl. Hetta hava vit tíverri ikki tikið so tungt. Men alt ber til at gera betri. Serliga í komandi býlingum, har skaðin enn ikki er hendur. "Fólkið fyrst", plaga vit í Javnaðarflokkinum at minna á. Bilarnir kunnu koma í aðru røð.