Umvæla elstu gøtu í Eysturoynni

Tað gongur framá við umvælingini av gomlu Tinggøtuni á Selatrað

Arbeiðið við at umvæla Tinggøtuna byrjaði í 2018, við Andras og Jóan Carl, og øðrum sjálvbodnum kreftum. Umleið tveir triðingar eru umvældir. Um Bøá hevur í mong ár ligið ein lítil brúgv, sum nú er í vánaligum standi, og tí var heitt á Olaf Funderud, sum arbeiðir í Sjóvar kommunu, at gera eina nýggja brúgv. Olaf, er útbúgvin húsasmiður,og fór heilhugaður undir uppgávuna. Sjóvar kommuna skrivar, at í dag stendur henda vakra og snøgga brúgvin sum eitt prýði um Bøá.

 

Tinggøtan er søgulig, hetta er helst elsta mannagjørda gøta í Eysturoy. Hon gongur úr Dungansvík niðan í fyrndarbýlingin, Heimi á Bø - har eysturoyingar hildu ting gjøgnum ótaldar øldir. Heilt fram til 1896, tá ið øll sýslutingini, uttan Suðuroyar Ting, blivu niðurløgd. Eftir hesari gøtuni gingu løgmaður, løgrættumenn, sorinskrivari og fúti við fylgi - til Selatrað Ting. 

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##