Higartil eru brúktar níggju milliónir krónur til at umvæla Reinsaríið í Havn. Rokningin kemur væntandi upp á 11,5 milliónir
Arbeiðið at gera gamla Reinsaríið í Tórsgøtu í Havn til mentanarhús kostar higartil níggju milliónir krónur. Tað vísir eitt yvirlit yvir kostnaðin higartil, sum Sosialurin hevur fingið innlit í.
Sambært innlitinum vórðu brúktar góðar 2,3 milliónir krónur uppá bygningin, bara í fjør. Tann rokningin skal leggjast oman á aðrar góðar 5,5 milliónir krónur, sum Tórshavnar Kommuna hevur brúkt til at seta húsið ístand fyri síðstu árini.
Sambært einum yvirliti hjá umsitingini í Tórshavnar Kommunu eru tær 5,5 milliónirnar brúktar til fyrireikingar av ymsum slag, til projektering og eina stóra umvæling av bygninginum uttan.
Í fjør varð so ferð sett á arbeiðið innandura. Og tað hevur higartil kostað góðar 2,3 milliónir krónur.
Tórshavnar Kommuna roknar við at brúka tvær milliónir krónur aftur at til bygningin í ár. Pengarnir skulu, sambært yvirlitinum hjá umsitingini, brúkast til innbúgv, ljóð og ljósútgerð.
Tá er samlaða rokningin komin upp á 8,8 milliónir krónur.
Tórshavnar Kommuna vil tó ikki geva innlit í fíggjarlig viðurskifti í samband við teir sáttmálar og tað arbeiði, sum er í gongd í løtuni. Grundgevingin hjá kommununi fyri at nokta innlit er, at tað kann hava stóran, fíggjarligan týdning fyri verkætlanina. Av somu orsøk vil kommunan ikki upplýsa, hvørjar útreiðslur koma afturat, áðrenn bygningurin er liðugur.
Men sambært øðrum upplýsingum frá Tórshavnar Kommunu verður samlaða rokningin, tá avtornar, væl hægri enn tær 8,8 milliónirnar.
Hálvan juli í fjør boðaði Tórshavnar Kommuna frá í tíðindaskrivi, at Húsavarðatænastan hevði fingið uppgávuna at gera bygningin lidnan til eitt spælistað.
- Felagið bjóðar sær til at gera arbeiðið fyri knappar fimm milliónir krónur, uttan fyrivarni, skrivaði kommunan tá í tíðindaskrivi.
Siga vit, at av hesum eru 2,3 milliónir brúktar í fjør, so eru smáar 2,7 milliónir eftir at brúka. Og tá kemur samlaða rokningin fyri at umvæla Reinsaríið upp á 11,5 milliónir krónur.
Reinsaríið skal vera eitt spælistað, fyrst og fremst fyri rytmiskan tónleik. Í fjørsummar segði Tórshavnar Kommuna, at húsið skuldi standa klárt til fyrstu konsertirnar í februar í ár. Seinni segði kommunan, at bygningurin verður liðugur og handaður kommununi 7. mars.