Tað eru ikki 10 mánaðir til løgtingsval. Hetta man fara at merkja orðaskiftið í bløðunum teir komandi mánaðirnar. Og tað er longu byrjað.
Mikudagin hevði Sosialurin eina samrøðu við Jóannes Eidesgaard um ta seinastu veljarakanningina, um bankakanningina, um viðurskiftini Danmarkar og Føroya ímillum. Tað er skilligt - og eisini forstáiligt - at tann framgongd, sum kanningin gevur Tjóðveldisflokkinum, kemur ikki væl við. Høvuðsinnihaldið í tí, sum Jóannes Eidesgaard hevur at bera fram, er,
- at atburðurin hjá løgmálaráðnum í bankakanningini er orsøkin til úrslitið hjá Tjóðveldisflokkinum,
- at Javnaðarflokkurin hevur verið við til at framt tær broytingar, sum eru gjørdar á sjálvbjargnisleið,
- at Javnaðarflokkurin vil hvørki loysing ella samband,
- at føroyingar skula hava eina uppgerð við danir, tí danir hava ikki annað uppiborið, og
- at heimastýrislógin bygdi á samstarv millum føroyingar og danir á jøvnum føti.
Eg skal gera nakrar viðmerkingar til hesi punktini.
Framgongd
Tjóðveldisfloksins
Tað er neyvan rætt, tá Jóannes Eidesgaard sigur atburðin hjá løgmálaráðnum vera einastu orsøk til framgongd Tjóðveldisfloksins sambært veljarakanningini. Tí henda fram-gongd er ikki komin nú, tá tað er komið fram, at løgmálaráðið visti, at Mihcael Rekling starvaðist fyri Den Danske Bank, samstundis sum hann var skrivari hjá kanningarnevndini.
Framgongdin kom longu í fyrstu veljarakanningini eftir valið í 1994. Hon varð gjørd í februar 1995. Orsøkin til, at framgongdin ikki vísti seg longu á valinum mundi helst vera, at Tjóðveldisflokkurin hevði havt tað torføra starv at umsita fíggjarmál tey ringastu árini í Føroyum í nýggjari tíð.
At so atburðurin hjá stjórnini líka síðani 1992 hevur sannført fólk um, at danir ikki eru í okkara parti, men mótpartur (ella fíggindar) er nakað annað.
Hetta hevur sjálvandi ávirkað fólk. Men tann greiða stevnan og tann sakligi og væl undirbygdi politikkurin hjá Tjóðveldisflokkinum hava sannført fólk um, at vit føroyingar eiga at ráða í Føroyum. Og fólk vita eisini, at um fá ár er tað ikki ein spurningur, um vit føroyingar fara at hava nóg mikið av peningi, men heldur, hvussu væl vit fara at duga at umsita allan tann pening, sum land og fólk fara at eiga.
Javnaðarflokkurin
og sjálvbjargnið
Tað er rætt, at Javnaðar-flokkurin hevur verið við til at framt tær flestu yvirtøkurnar, sum eru gjørdar sambært heimastýrislógini. Tó ikki yvirtøkuna av kongsjørðini í 1954 og heldur ikki yvirtøkuna av samskiftismálum, sum Sambandsflokkurin og aðrir nú hava framt.
Men Javnaðarflokkurin var ein av trimum flokkum, sum viðurkendu heima-stýrislógina í 1948. Og tað var ikki eitt stig á sjálvbjargnisleið, tvørturímóti. Sambært fyribils stýrisskipanini frá 1940 lá alt lóggávuvald hjá Løgtinginum - eisini td. viðvíkjandi gjaldoyris- og bankamálum. Men hetta vald lótu Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Gamla Sjálvstýri danir fáa við heimastýrislógini.
Hvørki loysing
ella samband
Javnaðarflokkurin fer at fremja eina loysn, sum liggur millum samband og loysing, sigur Jóannes Eidesgaard. Ber tað til? Hvussu langt hann so toyggir heimastýrislógina - ella eina Sjálvstýrislóg, sum flokkurin hevur talað um, men ongantíð hevur sagt nakað meira um - so verður talan um samband.
Hetta samsvarar jú eisini Stevnuskrá Javnaðarfloksins, har sagt verður, at flokkurin er fyri ríkisfelagsskapi. Tað hevur hann loyvi til. Men flokkurin og formaðurin eiga ikki at blaka torvmold í eyguni á veljarafjøldini við at siga, at Javnaðarflokkurin bæði er fyri frælsi og fyri ríkisfelagsskapi.
Vatn og eldur sameinast ikki.
Uppgerðin við danir
Ein áhugaverdur partur av samrøðuni ljóðar soleiðis:
³Vit skulu hava eina uppgerð við danir. Teir hava ikki uppiborið nakað annað.3
Orðingin ³ein uppgerð við danir3 er meinlík tí, sum Tjóðveldisflokkurin hevur ført fram val eftir val: at vit føroyingar eiga at fáa eina statsrættarliga og búskaparliga uppgerð við Danmark.
Men hvat liggur í orðunum hjá Jóannesi Eidesgaard? Frammanfyri hevur hann sagt, at teir vilja vera verandi innan fyri ríkisfelagsskapin. Tað kann so ikki vera uppgerðin. Og Javnaðarflokkurin hevur - kanska meira enn Sambandsflokkurin - tvíhildið um stuðul úr ríkiskassanum og billað føroyingum inn, at vit kunna ikki liva uttan henda studning. Tað kann so neyvan vera upprudding á hesum økinum, hann meinar við.
Heldur skal tað skiljast soleiðis, at eftir eitt val skal Javnaðarflokkurin hava rokfund við stjórnina. Nevaduk. Hvøss orð. Og kanska skulu Nyrup og Eidesgaard rætta tong. Tá tað er gjørt, hava vit havt ³eina uppgerð við danir3.
Hvussu lítið álvara er í, sæst eisini av orðalagnum, at ³teir (danir) hava ikki nakað annað uppiborið3. Vit skulu hava eina uppgerð, tí danir eru so arrogantir (sambært yvirskriftini til greinina). Ikki tí, at vit føroyingar vilja ráða okkum sjálvir og vera sjálvbjargnir.
Á jøvnum føti...
At enda hetta citatið:
³Tað, sum heimastýrislógin bygdi á, var, at talan var um tveir partar, sum á jøvnum føti samstarvaðu.3
Hetta er ein pástandur, sum Javnaðarflokkurin hevur ført fram í nærum hálvthundrað ár. Talan hevur ikki verið um nakað ³á jøvnum føti3, síðani heimastýrislógin kom. Har hevur verið ein uppiá og ein annar niðriundir. Danir uppiá og føroyingar niðriundir.
Tað skilið fer at halda fram, um ikki Javnaðar-flokkurin tekur sær annað skinn um bak og fær broytt sína stevnuskrá, so at flokkurin ikki í framtíðini tvíheldur um ríkisfelagsskapin.
Tað hevði verið eitt stig tann rætta vegin, sum hevði glett mong. Eisini meg.