Undangóðkenning til Røktarheimið á Stórubrekku

Nú er klárt hjá arbeiðstakarum at søkja um undangóðkenning at byggja Røktarheimið á Stórubrekku.

Freistin at seta spurningar er 6. september 2024, og freistin at søkja um undangóðkenning er 13. september 2024.

Røktarheimið verður bygt á matrikkul 138a í Hoyvík, ið liggur oman fyri bygningin hjá Føroya Tele á einum øki, ið er til víddar 50.000 m². Bygningurin sjálvur verður til víddar umleið 6.700 m².

Umframt tilboðini til eldru borgararnar, verða stórkøkur, vaskarí, høli til fysioterapi og ergoterapi o.a. í bygninginum.

Yvirskipaða hugmyndin av bygninginum er ein samanseting av minni húsum við íblástri frá føroysku sethúsunum. Byggingin tekur atlit til lendisviðurskiftini í økinum og spælir við og gevur til lendið, samstundis sum hon háttar seg eftir veðurlagnum.

 

##med2##

Atkoman til økið er norðanífrá og er íbundin Klingruna. Parkering er ætlað móti beninum og í lummum sunnarlaga á økinum.