Undantaksloyvi til píkadekk!?!

Hví eru bilarnir knappliga nógv reinari nú??

Eyðun á Borg, Argir

So fór aftur ein píkavetur aftur um bak. Sum vanligt kunnu kavadagarnir teljast á aðrari hondini, kanska báðum. (Eitt sindur meir norðanfyri). Sera nógvir bilar hava koyrt við píkum í u. l. hálvt ár (180 dagar). Í u. l. 170 var ikki neyðugt at hava píkar, og teir dagarnar er trygdin minni hjá teimum, sum brúka píkar. Spyr bara tey kønu!
Hevði tað ikki verið eitt gott hugskot, um bilførarar frá komandi vetri kundu søkt um undantaksloyvi til at brúka píkar. Tað mátti borið til at gjørt eina skipan, soleiðis at tað bæði er lætt og einfalt at søkja um slíkt undantaksloyvi.
Onkur, sum t. d. koyrir til Norðradals ella Vestmanna hvønn dag, ella kanska ein bussur, sjúkrabilur, løgreglubilur ella lastbilur, søkir so kanska um hetta undantaksloyvið, meðan fjøldin helst ikki fer at gera tað.
Sjálvur brúki eg heilársdekk, og eg skal gjøgnum eina sera bratta brekku fyri at koma til og frá húsum, og tað ber rættiliga væl til. Best er helst at brúka vetrardekk/heilársdekk um veturin og summardekk um summarið. Hvat heldur Ferðslutrygd?
Við ferðslu- og umhvørviskvøðu