Undantaksstøða í Vági

Reportaga: Vágbingar og suðuroyingar annars tveittu alt annað frá sær, tá tað leygardagin eydnaðist at vinna føroyameistaraheitið í fótbólti fyri fyrstu ferð í søguni

Smyril minti mest um eitt av flóttafólkaskipunum av Cuba, sum vit plaga at síggja í sjónvarpinum, tá hann stevndi inn á Vágsfjørði leygarkvøldið.

Bátadekkið og brúgvaveingirnir vóru stúgvandi fullir av fólki. Men hetta var ikki nóg mikið. Heilt uppi á sjálvum brúgvatakinum var eisini riðil av fólki komin saman at heilsa teimum, sum á landi tóku ímóti hetjunum, ið høvdu megnað at vunnið føroyameistarasteypin til Vágs fyri fyrstu ferð í søguni.

Tann vanliga langi túrurin um Suðuroyarfjørð við Smyrli tóktist leygarkvøldið bert vara eina evraska lítla løtu. Mikli veitslurómurin gjørdi, at tú ikki visti av fyrr enn skipið stevndi inn á Vágsfjørð. Hetta var uttan iva hjá mongum eina tann minniligasti túrurin til Suðuroyar nakrantíð.


Heilsaðu við neyðblussum

Á landi var lagið minst líka gott sum umborð á Smyrli, tá hetjurnar saman við trúgvu áskoðarum sínum stevndu inn um Porkerisnes.

Porkenigar sendu í luftina avlopið av fýrverkinum frá seinsta nýggjárshaldi, og allan vegin inn eftir fjørðinum losaðu blunkandi og ýlandi bilar Smyrli til Vágs.

Umborð varð heilsað aftur við lúðrum, sangi, neyðrakettum og neyðblussum. Og tá Smyril var komin væl inn á fjørðin, tók ein sleipari hjá skipasmiðjuni ímóti við neyðblussum. Sama gjørdu skipini, ið lógu við bryggjuna.

Á bryggjuni vóru øll, ið kundu krúpa, komin saman at taka ímóti hetjunum. Og rómurin var góður ? eingin ivi um tað.


Nýggjár umafur

Nýggjarshaldið í Vági er tiltikið og man vera tað best fyriskipaða í landinum. Men veitslan leygarkvøldið stóð lítið aftanfyri.

Tá leikararnir væl og virðiliga vóru komnir í land og høvdu fingið allar teir mongu kossarnir, ið hoyrdu til, fóru teir allir í ein lastbil, sum við stórum fylgi koyrdi teir gjøgnum býin.

Vesturi á trýkantinum, tey kalla tað, vóru blikk við eldi sett upp, soleiðis at har stóð skrivað VB. Eisini høvdu vágbingar sett upp kyndlar, sum logaðu væl og leingi í dýrdarveðrinum. Lítil ivi um, at mangur vágbingur og suðuroyingar sum heild feldi tár hetta kvøldið.


Veitsla til tann ljósa morgun

Vesturi í ítróttarhøllini á Eiðinum var eisini stór móttøka við kakum, breyði og einari kaldari øl afturvið mongu rørandi røðunum. Virknu kvinnurnar í Vági høvdu í dagar smurt breyð til teir mongu gestirnar, og væl smakkaði.

Rómurin í VB-høllini helt á til tann ljósa morgun. Í VB húsinum vóru so nógv fólk samankomin til dansin, at illa var framkomandi í øllum meldrinum. Men tíbetur bar til hjá fólki at sita í høllini og práta saman og fegnast um, at tað eftir 95 ár umsíðir eydnaðist at vinna føroyameistaraheitið.

Sanniliga ein minniligur dagur í Vági.