Í Russlandi hava myndugleikarnir lýst 19 landspartar í undantaksstøðu orsakað av einari ógvusligari hitabylgju.
Í Kostroma-landspartinum hevur tað verið so heitt, at alifiskur er deyður í kørunum. Á einari alistøð noyddust tey at avlíva fleiri tons av sílum, tí tey kláraðu ikki tann nógva hitan.
Turkur er ein avleiðing av hitabylgjuni, og tað hevur aftur elvt til, at eldur er komin í lyng og skóg nógvastaðni.
Í Vladimir-landspartinum, sum er einar 300 kilometrar frá Moskva, hevur tað verið so heitt mitt um dagin, at bøndurnir hava verið noyddir at halda seg innandura frá klokkan ellivu fyrrapartin til klokkan fýra seinnapartin, skrivar Reuters.