Undarlig almenn tøgn

- Nú hevur Føroya Rættur staðfest niðurstøðuna hjá skattakærunevndini, men framvegis er einki at hoyra frá almennari síðu um mvg’ið av skrásetingargjaldinum av bilum, og tað undrar meg, sigur Rodmundur Nielsen

Tað er ógvuliga stórur áhugi fyri sakarmálinum, sum Bjørn á Heygum og Rodmundur Nielsen vegna fleiri bileigarar hava ført í Førya Rætti móti TAKS.
- Tað eru fleiri tíggjutals fólk, sum hava ringt til mín hesum viðvíkjandi, so tað er ein sera stórur áhugi fyri hesum málinum, sigur Rodmundur Nielsen.
Tað undrar hann eitt sindur, at ein borgari má allan vegin í rættin við einum máli, sum ein kærustovnur longu fyri fleiri árum síðani hevur avgreitt.
- Eg skilji væl fólk, at tey ikki hætta sær undir eitt slíkt rættarmál, tí tað er bæði tungt og møtimikið, og úrslitið er heldur ikki tað heilt stóra, verður málið vunnið, sigur Rodmundur Nielsen.
Tað var heilt av tilvild, at tað júst gjørdust Bjørn á Heygum og Rodmundur Nielsen, sum vórðu valdir út millum tey mongu, ið høvdu gjørt av at stevna TAKS.
- Okkara sakir umfataðu øll viðurskifti í málinum, og tí vórðu tað júst vit báðir, ið vórðu valdir út at royna málið í rættinum, sigur Rodmundur Nielsen.
Hann heldur, at tað er forkastiligt, at málið skal verða komið so langt.
- Hetta er jú eitt mál, ið kærunevndin hjá fyri TAKS hevur avgreitt og givið okkum viðhald í fyri fleiri árum síðani. Og tú kanst bara undrast á, hvør leiklutuin hjá kærunevndini er, tá hennara avgerðir ikki verða tiknar til eftirtektar, sigur Rodmundur Nielsen.

Almenn tøgn
Hann undrast somuleiðis á, at einki orð hevur verið at hoyrt frá almennari síðu um málið og ta avgerð, ið Føroya Rættur kom til.
Nú veit eg sjálvandi væl, at Jóannes Eidesgaard ongan feil eigur í hesum máli, men tað er hóast alt hann, ið umsitur TAKS nú, og tað er hansara skylda at hava eina meining um hetta, sigur Rodmundur Nielsen.
Tað hava verið nøkur ivamál um mannagongd í hesum málum, men hana hevur rætturin eisini sagt sína greiðu meining um.
- TAKS hevur skyldað upp á bilasølurnar, og bilasølurnar hava skyldað upp á TAKS. Nú hevur Føroya Rættur greitt boða frá, at raktu bileigarar skulu fara til bilasølurnar fyrst, og tær skulu síðani fara til TAKS. Í førinum hjá Bjørn á Heygum, har bilasølan ikki longur er til, er avgerðin hjá rættinum eins greið. Í tí førinum verður farið beinleiðis til TAKS, sigur Rodmundur Nielsen.
Hann fílist eisini á, at TAKS við at forhála málið hevur gjørt, at sakirnar í fleiri førum eru fyrnaðar. Og júst hetta royndi Sjálvstýrisflokkurin at forða fyri við einum løgtingslógaruppskoti fyri ári síðani, eitt uppskot, sum eisini Rodmundur Nielsen avkvøddi ímóti.
- Ja, tað er rætt, men sakin var hon, at tað prinsipielt ikki ber til at pilka eitt mál burtur úr rúgvuni og geva undantak fyri fyrning. Róð var eisini upp undir at seta nýggju donsku lógina í gildi í Føroyum, men tað hevði ikki hjálpt upp á fyrningarfreistina í hesum førinum. Tvørtur ímóti er fyrningarfreistin í nýggju donsku lógini trý ár móti teimum fimm árunum, ið er í galdandi føroyskari lóg, sigur Rodmundur Nielsen.
Tað vóru bara tinglimirnir hjá Sjálvstýrisflokkinum, sum atkvøddu fyri uppskotinum.

Gevur pengarnar
Í dóminum fekk TAKS eina freist upp á 14 dagar at rinda pengarnar, og henda freist er úti í morgin. Men tað er fyri Rodmund Nielsen ikki so avgerandi, at fáa hesar pengarnar aftur, tað er meiri tað prinsipiella í málinum, at TAKS hevur kravt hesar pengarnar inn uttan heimild.
- Í mínum føri er talan um áleið 15.000 krónur, sum eg fái aftur, men tað er ikki so nógv pengarnir, sum tað snýr seg um. Tað er meiri tað prinsipiella í málinum. Og eg havi gjørt av, at hesir pengarnir skulu fara til eitt vælgerandi endamál, og eg havi valt at geva teir til Føroyafelag móti Krabbameini, sigur Rodmundur Nielsen.
Í Føroya Rætti fingu Bjørn á Heygum og Rodmundur Nielsen viðhald í øllum uttan fyrningarfreistini, og harvið verður tað.
- Vit fara ikki víðari við málinum. Vit fingu viðhald í øllum uttan fyrningarfreistini, so vit steðga her, sigur Rodmundur Nielsen.
Freistin at kæra málið inn fyri Landsrættin er fýra vikur, so nú verður bara bíðað eftir, um TAKS ger meira við málið.