Undir eftirliti

Svenska stjórnin hevur gjørt av at eftirlíka einum amerikonskum ynski um at halda eygað við einum svenskum ríkisborgara, sum hevur sitið fangi í Guantanamo.

Tá Mehdi Ghezali slapp úr fangaleguni í Kuba í juli í fjør, segði svenska stjórnin, at amerikanararnir høvdu ikki fingið nakað lyfti um, at sviar skuldu halda eygað við honum. Leila Freivalds, uttanríkisráðharri, segði tá, at stjórnin kundi heilt einfalt ikki geva amerikanarunum eitt tílíkt lyfti.

Men sambært tí, sum kom fram í einari sending hjá sjónvarpinum TV4 fyrrakvøldið, hevur svenska stjórnin slakað. Tað kom fram, at sviar hava lovað at siga amerikanarunum frá, um Mehdi Ghezali biður um nýtt pass. Sambært sendingini hava sviar eisini lovað at siga amerikanarunum frá, um maðurin fer av landinum, og ber tað til at fáa upplýst, hvønn hann fer at vitja, fáa amerikanararnir eisini tað at vita.