Undir Kongavarða: 24 av 32 húsum eru nú seld

- Stórur eftirspurningur er eftir teimum, ið eftir eru, og her er eisini stórur bíðilisti, sigur timburmeistarin, Jóan Petur Vang.

 

Tað er Sp/f Jóan Petur Vang á Oyrarbakka, sum byggir Skúlan við Streymin og tilhoyrandi ítróttarhøll. Í fyritøkuni hevur hann tilsamans 30 mans í arbeiði.

 

Umframt stóru verkætlanina á Oyrarbakka, hevur Jóan Petur Vang í umleið hálvt annað ár eisini havt eina stóra verkætlan í gongd Undir Kongavarða á Argjum.

 

Verkætlanin Undir Kongavarða snýr seg um tilsamans 32 hús í fýra lonum, harav 10 hús eru latin eigarunum.

 

Jóan Petur Vang sigur, at málið er at levera tvey hús um mánaðin, undantikið frá apríl til august, tó at tað eisini verður bygt hesar mánaðir.

 

- Av teimum 32 húsunum, eru 24 seld, og stórur eftirspurningur er eftir teimum, ið eftir eru. Her er eisini stórur bíðilisti.

 

Byggimeistarin væntar, at tey seinastu av hesum tilsamans 32 húsunum verða liðug eftir summarfrítíðina í 2019.

 

- Í løtuni havi eg tíggju mans, sum arbeiða við hallar-og skúlabygging á Oyrarbakka, men um stutta tíð verða arbeiðsmenninir her norðuri helst einir 20 í tali, sigur Jóan Petur Vang.