"Undir stóru aldunum" er nýggj bók í Grønlandi

Fiski-og veiðimaðurin, Marius Olsen í Sisimiut, hevur givið út endurminningar, har hann greiðir frá 61 árum sum fiski-og veiðimaður í Vesturgrønlandi.

Marius Olsen úr Sisimiut, sum er 75 ára gamal, gevur nú út endurminningar. Mynd: Privat.

 

 

Marius Olsen úr Sisimiut, sum er 75 ára gamal, gevur nú út endurminningar, ið snúgva seg um tey 61 árini hjá honum sum fiski-og veiðimaður í Vesturgrønlandi.

 

- Orsøkin til, at eg valdi bókini heitið "Malissuit ataanni" er virðingin fyri teimum monnum, ið valdu havið sum sítt starv, men sum tíverri eru jarðaðir undir mongu stóru aldunum, sigur hann.

 

Á føroyskum merkir heitið á bókini "Undir stóru aldunum". 

 

Høvuðsstarvið hjá Mariusi Olsen er at vera fiski-og veiðimaður, og tað hevur hann verið heilt síðan 1960.

 

Bókin snýr seg serliga um tíðina sum fiski-og veiðimaður, men her verður eisini greitt frá barna-og ungdómsárum - og um, hvussu hann gjørdist partur av teirri vinnu, hann í meira enn seksti ár hevur fingist við.

 

Marius Olsen gjørdist lærlingur í Kongaliga Grønlendska Handlinum, og hann gekk eisini úti í býnum við fjarritum. Tað skuldi tó skjótt vísa seg, at hann gjørdist meira ein ørindadrongur enn lærlingur.

 

Tískil gavst hann eisini sum lærlingur og fór upp til pápa sín, sum fiskaði við útróðrarbáti í Diskovíkini.

 

Í bókini fortelur hann um nakrar av monnunum, sum fórust á havinum, men hann leggur dent á, at heitið á bókini í minst líka so stóran mun skal vísa virðing fyri øllum teimum mongu, sum hann ikki fortelur um í bókini.

 

- Tað er fyri at æra minnið um hesar menn, at eg havi valt bókini heitið - "Undir stóru aldunum" - sigur Marius Olsen í tíðindaskrivi, sum partvís verður endurgivið í Sermitsiaq.

 

 

 

 

 

Marius Olsen úr Sisimiut, sum er 75 ára gamal, gevur nú út endurminningar. Mynd: Privat.