Undir Vestmannasund fyri sama prís

Tú sleppur undan ferjugjaldinum, men fyri á leið sama prís kanst tú koyra teir seks minuttirnar undir Vestmannasundi av Fútakletti og til Leynar

­ Vit kenna ikki endaliga prísin, men rokna við einum gjaldi, ið svarar til kostnaðin at koma tvørtur um Vestmannasund í dag, sigur Klæmint Weihe, nevndarformaður í p/f Vágatunlinum.

Og skal p/f Vágatunnilin megna at gjalda øllum sítt, so skulu helst eini 300 til 400 akfør brúka tunnilin hvønn dag. P/f Vágatunnilin metir, at um tíggju ár brúka 1000 akfør tunnilin dagliga.

Hvussu verður og ikki, tað verður ómaksleysari at sleppa oyggj úr oyggj. Túrurin av flogvøllinum til Havnar tekur væl minni enn ein tíma.


Líkur kollfjarðatunlinum

Vágatunnilin verður 4,9 kilometrar langur. Hann fer inn í bergið við Leynar og kemur upp beint sunnan fyri Fútaklett í Vágunum.

­ Tú hoyrir útvarpið og kanst práta í fartelefon allan vegin, sigur Dávur Reinert Hansen, stjóri í p/f Vágatunlinum.

Á tíðindafundinum greiddi hann frá fasta sambandinum um Vestmannasund, har tunnilin verður líkur tí í Kollafirði við tveimum koyribreytum á 3,5 metrar. Tunnilin er upplýstur alt samdøgrið.


Einki óvanligt

Tú koyrir oman gjøgnum tunnilin frá Vágoynni og niðan gjøgnum tunnilin til Streymoynna. Hallið báðumegin er 7 metrar fyri hvørjar 100 metrar.

­ Hetta er ikki so bratt. Í Noregi eru nakrir tunlar, ið hava sama hall, sigur Niels Larsen, økisstjóri hjá NCC Danmark, ið skal standa fyri tunnilsgerðini.

Tunnilin hevur neyðparkering til persónbilar fyri hvørjar 450 metrar, og til lastbilar eru trý vendipláss í tunlinum. 250 metrar eru millum eldsløkkiútgerðina, meðan 500 metrar eru millum neyðtelefonirnar.

Tunnilin liggur meir enn tjúgu metrar undir havbotninum. Frá havskorpuni eru 105 metrar niður á lægsta punkt.


Klárur á sumri 2003

Vágatunnilin skal ætlandi verða klárur at taka ímóti almennari ferðslu á sumri í 2003. Men tað verður longu móti endanum av komandi ári, at sjálv tunnilsgerðin verður liðug.

Síðani skal eitt nú pumpustøð fáast upp á pláss, koyribreytir skulu gerast klárar og el skal leggjast inn. Frá nýggjárinum og fram móti sumri í 2003 skal riggast av og seinasta hond leggjast á verki.

Á Vágalandinum skal gerast vegastrekkið á tveir kilometrar frá tunnilsmunnnum og fast í landsvegin. Her skal eisini brúgv gerast. Streymoyarmegin skal umframt brúgv gerast ein lítil tilkoyring til tunnilsmunnan.