Innslagið, sum TV2 sendi í farnu viku, um føroyskar fiskimenn, fekk Føroya Fiskimannafelag at ressast úr stólinum.
Sjónvarpsrásin vildi nevniliga vera við, at føroyskir fiskimenn høvdu lív og góðar dagar orsakað av serligu skattaskipanini og blokkinum. TV2 segði í innslagnum, at føroyskir fiskimenn høvdu eina ársinntøku uppá 664.000 krónur eftir skatt.
Føroya Fiskimannafelag vildi ikki hava slíkar pástandir hangandi í luftini, sum sambært felagnum ikki eru rættir. Og tí varð ein klaga skrivað til donsku sjónvarpsrásina, har Fiskimannafelagið klagar yvir skeivu upplýsingarnar, ið koma fram í innslagnum.
Klagan varð sent 20. juli, og hevur sjónvarpsrásin síðani kravt at fáa undirbygt klaguna. Hetta hevur Fiskimannafelagið gjørt, og undirbygging av klaguni varð send TV2 í gjár, mánadag.
Manipulerað
Fiskimannafelagið sigur í undirbyggingini av klaguni millum annað, at innslagið hjá TV2 er bæði skeivt og manipulerandi.
? Føroyskir fiskimenn kenna seg sum syndabukkar, sjálvt um tað eru teir, sum standa fyri føroysku útflutningsinntøkunum, og tað er teirra úrslitum, vælferðin í samfelagnum avhongur av, sigur Fiskimannafelagið við TV2.
Felagið sigur, at veruleikin fyri inntøkurnar hjá fiskimonnum er ein heilt annar, enn tað TV2 vil vera við.
? Um vit taka teir ymsu bólkarnar av »stórum bátum« í 2003, gevir hetta eina ársløn uppá 440.000 krónur áðrenn skatt. Um síðani verður roknað við, eins og TV2 hevur gjørt, einum skattaprosenti á 35%, verður tað til 286.000 krónir eftir skatt. Hetta skal samanberast við tær 664.000 krónurnar hjá TV2, sigur Fiskimannafelagið við sjónvarpsrásina.
? Um ein síðani tekur miðaltalið fyri fleiri ár, verður tað øðrvísi, men ikki so nógv, at henda myndin broytist.
7% nótaskip
Í bólkinum undir teimum »stóru bátunum« eru eisini nótaskip. Tey telja tilsamans umleið 7% av hesum bólki.
? Tey sjey prosentini fyri tað besta árið nakrantíð verða brúkt sum tøl fyri miðallønina hjá føroyskum fiskimonnunum. Lønin hjá hinum prosentunum, har inntøkan vanligt er helvtin hjá nótaskipunum, verður ikki brúkt, verður sagt.
Ábyrgdarhavandi fyri tíðindunum hevur sagt, at uppgivnu tølini eru bert frá nótaskipum.
? Men hon hevur ikki hildið tað hava týdning, at vísa á hetta. Tað kann skjótt vera munurin millum sannleika og lygn, og soleiðis er tað í hesum førinum, sigur Fiskimannafelagið.
Nýggj hagtøl
Við Útvarpið segði TV2, at tey høvdu fingið at vita frá Fiskimannafelagnum, at tað vóru ikki nøkur endalig hagtøl fyri inntøkurnar hjá fiskimonnum í 2003, og víst varð tí til heimasíðuna, har tey nýggjastu tølini stava frá 2001.
? Hetta er ikki satt, og tað kann prógvast. Vit hava ógvuliga væl dagførd hagtøl ? tey bestu á økinum. Tí kunnu vit longu við árslok geva fyribils hagtøl fyri árið, og endaligu hagtølini eru klár longu eftir einum mánaði.
Fiskimannafelagið vísir eisini á, at heimasíðan hjá felagnum bert er at finna á føroyskum.
? Um eitt danskt tíðindafólk kann dekka eina síðu av einum máli við at koma inn á eina heimasíðu, hvørs mál viðkomandi ikki skilir, má ein rokna við er ómøguligt.
Fiskimannafelagið endar klaguna við at siga, at felagið tekur málið í størsta álvara. Tí er tað teirra krav og væntan, at boðskapurin innslagnum verður rættaður, og víst verður til pressuetisku reglurnar.