Undirhúsið væl vitjað

Undirhúsið í Vestmanna lat upp annan páskadag og hevur verið væl vitjað síðani

Dagfinn Olsen & John Johannessen



Undirhúsið í Vestmanna lat upp 2. páskadag. Nógv kenna hølini við gomlu ferjuleguna, har kaffistova var fyrr. Vit stukku inn á gólvið og nakrir eldri vestminingar tóku vinarliga ímóti. M.a. fingu vit at vita, at húsið varð bygt, sum íshús fyrst í fimtiárunum. Tveir av teim vitjandi vóru við til at mála húsini einaferð. Tá var pulvur nýtt, ið skuldi blandast. Konan hjá einum var burturstødd, og hann varp spurdur, um nøkur íløt vóru til taks. Jú, onkur balja var.

- Men, konan var minni blíð, tá allar baljurnar komu ljósagrønar aftur, verður skemtiliga greitt frá, til miklan látur fyri teir vitjandi.

Prátað verður um gamlar dagar í Vestmanna og á vegginum hanga eldri myndir av skipsmanningum, eins og eldri og nýggjari myndir av sluppum og skipum.

Einir 15 - 20 mans vitja dagliga innar í Undirhúsið.