Undirhald í Tórshøll í kvøld

Nú heystið so líðandi hevur fastatøkur um landið,

ja so byrja, sum vant, tey frálíku bingokvøldini aftur

í Tórshøll eftir summarsteðgin.

 

Bingo byrjar kl 19.00 stundisliga, og nógv gott verður at

vinna, og høvusvinningurin er eitt krov,

nú tað stundar móti mikkjalsmessu.

 

Aftan á bingo, sum endar umleið kl 23.00, verður góður

dansur har bólkurin Floymur við Eyðrith Johannesen í

broddi, spælir uttan steðg helt fram til kl 04.00 í nátt.

Sum vant er altíð ókeypis atgongd til dans Tórshøll.