info
Ongi úrslit

Undirhaldarin Eddie Skoller er deyður

Eddie Skoller er deyður eftir longri sjúkralegu, upplýsir familjan fyri Ritzau. Hann gjørdist 79 ára gamal.

Eirikur Lindenskov
27. august 2023 kl. 22:10

Tónleikarin og undirhaldarin Eddie Skoller er í deyður í dag eftir longri sjúkralegu. Tað upplýsir familjan fyri Ritzau.
Eddie Skoller gjørdist 79 ára gamal. Hann sovnaði stillisliga við sínum nærmastu kring seg á Ríkissjúkrahúsinum, sigur familja, sum biður um frið til at syrgja.
Upplýst verður ikki, hvørja sjúk talan var um.
Eddie Skoller var føddur í Missouri í Amerika í 1944, men hann hevur búð í Danmark størsta partin av lívi sínum.
Longu sum barn droymdi hann um at gerast undirhaldari. Tað gjørdist til veruleika, tá hann síðst í 1960'unum fór at føra fram á palli.

Myndin er ikki tøk

Tað vóru sangir sum »What did you learn in school today«, »En enkel sang om frihed« og »I Middelhavet sardinen svømmer«, sum gjørdu hann væl kendan.
Fyri ta tíð hevði hann lisið búskap á Handilshøjskolen í Keypmannahavn og millum annað arbeitt fyri Danfoss. Men hjarta var á pallinum og tónleikinum, og í 1968 byrjaði hann í Vise Vers Húsinum hjá Tivoli. Nøkur ár seinni kom fyrsta onemanshowið hjá honum, sum hann førdi fram í Odd Fellow Palenum.

Myndin er ikki tøk

Yrkisleiðin hjá Eddie Skoller gjørdist drúgv í fleiri tíggjuáraskeið. SEinnu árini hevur hann millum annað verið á turné við »nostalgi-forestillinger« og framført fyri virkjum og á kongressum.
Í 2020 gjørdi hann harumframt come-back í serligari konsert útgávu av musicalinum »Jesus Christ Superstar«. Eddie Skoller spældi sjálvur við í framførsluni, tá hon í 1972 varð frumframførd í Danmark.
Undirhaldarin var í mong ár góður tennisspælari. Í fleiri ár spældi hann saman við tónaskaldinum Bent Fabricius-Bjerre, sum doyði í 2020.
Privat hevur Eddie Skoller í lívinum verið saman við mongum kendum kvinnum, teirra millum sjónleikaranum Lisbet Lundquist, sum hann var giftur við frá 1983 til 1990.
Seinni var hann giftur í tíggju ár við norsku songkvinnuni Sissel Kyrkjebø. Skilnaðurin frá henni var serliga trupul, hevur hann áður sagt. 
Eftir Eddie Skoller sita fimm børn og konan Dorrit Elmquist.
/ritzau/
 

Mest lisið hesa vikuna

Simme Musikkhús heldur fram

Í gjár kl. 11:24

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Maður breyt knæið eftir bardaga

4. oktober kl. 20:25

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Klaksvíkingar vunnu stórsigur á Tórsvølli

32 minuttir síðan
Fótbóltur

Nú nærkast av álvara hjá NSÍ

47 minuttir síðan
Hondbóltur

Óli syrgdi fyri 10 málstigum í stórsigri hjá GOG

52 minuttir síðan
Tíðindi

Trump boðar frá vápnahvíld – Zelenskyj visti einki um hana

1 tími síðan
Tíðindi

Mentanarvirð­is­løn­ir lands­ins verða hand­að­ar í Sør­vági

1 tími síðan
Hondbóltur

SMS: H71 vann stórsigur á EB í Hoyvíkshøllini

2 tímar síðan
Tíðindi

Minst 11 deyð í bussvanlukku í Turkalandi

2 tímar síðan
Fótbóltur

AC Horsens bjargaði javnleikinum í yvirtíðini

3 tímar síðan
Tíðindi

Møgulig ætlan um at myrða Donald Tusk

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Tá vit hava tikið ræðið á laksinum, hava vit eisini tikið ábyrgdina

3 tímar síðan
Tíðindi

Mótmæla laksa­al­ing í Seyð­is­firði og Reykja­vík í dag

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Marknaðarprísur og samfelagsligt virði

4 tímar síðan