Í 1992 varð ein kostnað-nyttu kanning av føstum sambandi um Vestmannasund gjørd í samstarvi millum Hagstovuna og Fíggjardeildini, og var úrslitið av hesi kanning, at ein íløga í fast samband við stórari vissu loysti seg, um íløgukostnaðurin lá niðanfyri uml. 150 mió. kr.
Nú er so nýggj kanning gjørd, og í frágreiðingini verður sagt, at orsø.kin til tað er, at stórar broytingar eru hendar síðan 1992, sum kunnu hugsast at ávirka úrslitið munandi. Nevnast kann, at rentustøðið í 1992 var óvanliga høgt, og at talið av ferðandi um Sundið er hækkað.
Og sagt verður at kanningin frá 1992 var í so varin í metingunum av samfelagsbúskaparliga kostnaðinum av ferjusambandinum.
? Nevnast kann, at kostnaðurin av frítið varð settur til 0. Hetta merkir, at fólk í frítíðarørindum einki leggja í, um tað tekur 45 heldur enn 5 minuttir at ferðast um Sundið. Eingin ivi er um, at fólk høvdu frítt at velja, høvdu tey valt teir 5 minuttirnar, eisini um tey ferðast í frítíðarørindum.
? Eisini var forðingarkostnaðurin av ferjusambandi ikki íroknaður, t.e. tað eyka stríðið av einum ferjusambandi: óvissa um pláss til akfør, avmarkað tíðarskeið, ið til ber at ferðast í o.s.fr.
? Í kanningini frá 1992 varð ikki roknað við ferðslulopi, um so var, at tað gjørdist landfast. Royndir úr m.a. Noregi vísa, at hetta ikki er ein realistisk fortreyt, sigur verkætlanarbólkurin í innganginum til nýggju frágreiðingina.
Fast samband
loysir seg
Í niðurstøðuni í nýggju frágreiðingini, sigur verkætlanarbólkurin undir Vinnumálastýrinum, at úrslitið av kostnað-nyttu kanningunum í hesari frágreiðing gjørdist, at ein íløga í fast samband um Vestmannasund loysir seg samfelagsbúskaparliga, um metingarnar hjá Landsverkfrøðinginum av samlaða íløgukostnaðinum eru eftirfarandi. Árinið á íløgukostnaðin um jarðfrøðisligir trupulleikar ella onnur óhapp stinga seg upp, eigur tó at verða kannað gjøllari.
? Kanningarnar vístu at ein undirsjóartunnil uttan bummpengar gav størsta samfelagsbúskaparliga íkastið, orsakað av, at fleiri ferðast um Sundið. Tess lægri bummpengar, tess størri samfelagsbúskaparligt íkast. Eisini var kannað, um tað loysti seg at seta tvær smærri ferjur í sigling ístaðin fyri ta einu størri ferjuna, og tað vísti seg, at ein slík íløga hevði givið eitt negativt samfelagsbúskaparligt avkast, og hevði sostatt ført við sær, at samfelagið sum heild varð verri fyri enn áður.
Tríggir møguleikar
Sum næsta stig varð kannað, hvør loysn, ið gevur størstu samfelagsbúskaparligu nyttu í mun til hvørja landskassakrónu, ið nýtt verður. Tríggir møguleikar vórðu kannaðir: Ongir bummpengar, bummpengar við prísum sum á ferjunum í dag, og lægri bummpengar, uml. helvtin av ferjuprísinum í dag.
? Kanningarnar vístu, at í mun til almennar nettoútreiðslur fekst á leið líka nógv nytta burturúr, um bummpengar verða kravdir inn ájavnt við galdandi ferðaseðlaprísir, sum tá ongir bummpengar verða kravdir.
? Sum heild kann sigast, at um bummpengar verða kravdir, skulu hesir í minsta lagi vera á hædd við ferðaseðlaprísirnar á ferjunum í dag, um samfelagsbúskaparliga úrslitið fyri hvørja landskassakrónu skal verða betri enn tá ongir bummpengar verða kravdir, sigur verkætlanarbólkurin í niðurstøðuni.
Fíggjarstøða landskassans
Verkætlanarbólkruin sigur, at við núverandi fíggjarstøðu landskassans hava samlaðu útreiðslurnar hjá landskassanum av ymsu alternativunum tó eisini týdning.
? Eingin ivi er um, at ein bummpengaskipan kann tryggja, at avmarkaða fíggjarstøðan hjá landskassanum ikki forðar fyri, at samfelagsbúskaparligt gagnbligar íløgur verða framdar. Dýrasta loysnin fyri landskassan er sjálvsagt tunnilsloysnin uttan bummpengainnkrevjing, og verða diskonteraðu nettoútreiðlsurnar hjá landskassanum yvir 30 ár uml. 320 mió. kr. í mun til framhaldandi ferjusigling.
? Sjálvt við bummpengasatsi ájavnt við ferðaseðlaprísir í dag verður nettoútreiðslan hjá landskassanum omanfyri 175 mió. kr í mun til framhaldandi ferjusigling. Meðan farleiðin sum er væl og virðiliga hvílir í sær sjálvari, verða rakstrar- og viðlíkahaldsútreiðslurnar av tunnlinum væntandi 2-3 mió. kr. árliga, frároknað rakstur av møguligari bummpengaskipan, sigur verkætlanarbólkurin m.a. í hesi nýggju frágreiðingini til Vinnumálastýrið.