Norðoyatunnilin verður stongdur mánanáttina og týsnáttina frá klokkan 22 um kvøldið og til klokkan seks morgunin eftir. Tó verður ferðslan leidd gjøgnum tunnilin á miðnátt, klokkan tvey og klokkan fýra. Opið verður aftur sum vanligt mikumorgunin 10. mai klokkan seks:
- Í Norðoyatunlinum skulu vit arbeiða undir loftinum. Við tunnilsmunnarar er ein bummur, ið forðar fyri høgari ferðslu. Bummarnir skulu setast rætt upp og justerast, sigur Dávid Reinert Hansen, stjóri í Pf. Norðoyatunlinum.
Vágatunnilin verður stongdur fyri allari ferðslu millum klokkan 22 og seks frá í kvøld klokkan 22 og til hósmorgunin 11. mai klokkan seks. Tó verður ferðslan leidd gjøgnum tunnilin á miðnátt, klokkan tvey og klokkan fýra.
- Í Vágatunlinum skulu vit somuleiðis arbeiða við loftinum. Vit gera eitt kjekk av øllum loftinum, og so skal netið framman fyri vifturnar somuleiðis skiftast út, sigur Dávid Reinert Hansen, stjóri í Pf. Norðoyatunlinum.