Undirsjóvartunnil og bíligan flogvøll

Óli Mikkelsen


Berghol og undirsjóvartunlar í hópatali vórðu umrødd nakað herfyri. Einki tykist óført. Undirsjóvartunnil millum Eysturoy og Suðurstreymoy bleiv tagdur burtur í hesum sambandi, sjálvt um hann er mettur at loysa seg best at gera. Fast samband millum Eysturoy og Suðurstreymoy er mett at hava so nógva ferðslu, at íløgan kann fíggjast við bummpengum, har gjaldið er minni enn tað kostar at koyra úr Runavík um Streymin til Havnar. Tað skuldi verið upplagt, at ein so týðandi farleið varð raðfest fremst. Hon kemur at geva nógvar nýggjar møguleikar, ikki minst vinnuligar møguleikar, og kemur at gagna øllum Føroyum.

Farleið
Eg loyvi mær at vísa á eina møguliga farleið millum Sandvíkar og eystara enda á Toftavatni, tí her eru fleiri fyrimunir. Her er dýpið minst, og tí verður hallið á breytini ikki so nógv. Bergholsmunnarnir eru uttan fyri tættbygd øki og samband fæst í fleiri ættir. Er neyðugt við holi til luftskifti, kann farast um onkran av flesjunum. Grótið, ið kemur upp, er ríkiligt til 2000 metrar flogbreyt á Skorhæddini.

Kanningar til flogvøll
Fyri 41 árum síðani vórðu kanningar gjørdar at finna best egnaða økið til flogvøll í Føroyum. Úrskurður-in var, at Skorhæddin hevði allar fyrimunir. Gott 200 metrar breyt fæst lætt í útsynning/útnyrðing, og hetta passar best til høvuðsættina hjá okkum, ið er útsynningur.
Harafturat vístu vindmátingarnar, at Skorhæddin hevur rættiliga javnan vind. Alt til fyrimun fyri trygdina. Møguleiki er fyri tvør-breytum. 4000 m. breyt eftir røðini verður sjálvandi nakað dýrari, men er møgulig.
Flogvøllur á Skorhæddini er so mitt í Føroyum sum til ber, og tað hevur stóran týdning, tá vit flyta feskan fisk við flogfari. Vónandi síggja landspolitikararnir týdningin av hesi ætlan og raðfesta hana frammarlaga. Stendur í botni hjá landspolitikarunum, mega politikararnir í kommununi taka sær um reiggj og fáa arbeiðið í gongd sum skjótast. Ein skilagóð íløga má kunna fíggjast við lagaligum lánum úr peningastovnun-um. Knípur við pengum, ber til at orða við okkurt oljufelag, ogk anska geva onkran lítlan framíhjárætt.