:
Undirsjóvartunlar
-Tað kann gott vera, at tað tøkniliga í dag ikki er gjørligt at fara undir Suðuroyarfjørð, men eg ivist ikki í, at tað verða ikki nógv ár, áðrenn tann møguleikin er til steðar. So tað suðuroyarskipið, sum nú verður bygt, og sum verður eitt sera framkomið og nútímans skip, verður ikki ein nøktandi loysn fyri Suðuroynna nógv ár fram - kanska bara tey fyrstu 10 árini, men eftir tað fara tað eisini at liggja onnur alternativ á borðinum sigur Anfinnur Kallsberg, løgmaður.
Hann heldur tó ikki, at tað er nøkur skeiv íløga at byggja hetta skipið nú. -Vit mugu hava tað fyri eygað, at tað siglir ein Smyril, sum kom til landið fyri gott og væl 25 árum síðani. Útviklingurin krevur, at tú endurnýggjar har eisini. Men næstu ferð tað verður endurnýggjað, so verður tað møguliga ein tunnil undir Suðuroyarfjørð.
Løgmaður ásannar, at eisini hvalbingar hava somu trupulleikar sum tey í Norðoyggjum, tá talan er um verandi tunlar. So tað verður helst neyðugt at endurnýggja tunlarnar har suðuri eins væl og í Norðoyggjum.
Anfinnur Kallsberg dylur tó ikki fyri at koma verri tíðir, so fer hetta sjálvandi at ganga seinni. Men nettupp tí er týdningarmikið, at man raðfestir tað skilagott. Vit mugu tó hava ein yvirskipaðan samferðslupolitikk fyri eygað, so tað man ger er í eini heild. So má man tosa um, hvussu áramálið verður, og tað avger bara peningapungurin.
Føroyingar meira við
Sær løgmaður møguleika fyri, at føroyingar sjálvir fáa ein meira virknan lut í framtíðar tunnilsgerðum?
-Tað geri eg so avgjørt. Eg haldi, at føroyingar hava víst, at teir standa ikki aftan fyri nakrar aðrar. Um vit ikki sleppa at royna okkum, so hava vit heldur ikki møguleika at fáa tað síðsta við, sum skal til. Føroyingar eru jú í leiðsluni hjá nógvum av fyritøkunum og eru primus motor. Tað, sum manglar, og sum John Petersen eisini hevur verið inni á, er, at vit eru ikki nóg kapitalsterkir til at taka allan váðan bara uppá eina fyritøku. Man má royna at skapa hesum fyritøkum sjálvum teir møguleikarnar, at tær kunnu blíva stórar og sterkar. Eg ivist ikki í, at tær fyritøkurnar kunnu gera seg galdandi uttanlands eisini.
-Er tað hugsandi, at tað verður ein føroysk fyritøka sum saman við útlendskum kemur at standa á odda fyri gerðini av Norðoyartunlinum?
-Tað var jú ein treyt við hesum projektinum um Vestmannasund, at føroyskir partnarnir skuldu vera við. So er tað bara ein spurningur um hvussu nógv og lítið. Eg ivist ikki í, at hevði J & K. Petersen verið í eini samarbeiði, sum fekk arbeiðið - teir vórðu ov stuttir - so eg ivist ikki í, at tað felagið hevði verið meira virkið enn tað vit hava sæð til aktiva luttøku leiðsluni av tí arbeiði, sum nú er gjørt.
-So tað er ikki vist, at tað verður NCC, sum kemur at gera Norðoyartunnilin?
-Tað veit eg ikki. Tað er ringt at siga, hvat hendir. Tí tær politisku treytirnar eru ikki endaliga avgreiddar.