Tunnil
Arbeiðið við at gera undisjóvartunnilin um Vestmannasund fór ígongd 5. september 2000. Tað var tó ikki beinleiðis nakar nýggjur tanki at gera ein undisjóvartunnil, men eftir drúgt politiskt orðaskifti og kreppuár, so byrjaði arbeiðið við at gera ein undisjóvartunnil um Vestmannasund loksins síðsta ár.
Undisjóvartunnilin skal eftir ætlan vera 4,9 km. langur, tá hann er liðugur. Við endan av síðstu viku, so vóru tað boraðir 3.680 m. Hetta merkir, at tað í dag eru gott og væl 1.300 metrar eftir at bora.
Dávur Reinert Hansen, stjóri fyri P/F Vágatunnilin sigur, at teir í skrivandi stund eru hálvaaðru viku frammanfyri tíðarætlanina. Hetta er hann eisini væl nøgdur við. Hann ásannar, at tað í vetur kunnu koma trupulleikar. Tí er tað gott, at teir eru somikið frammanfyri tíðarætlanina.
Tað verður væntandi um árskiftið, at tað verður liðugt at bora undir sjóvarmálanum, soleiðis at Vágoyggin og Streymoyggin verða knýtt saman.
Dávur Reinert Hansen sigur eisini, at arbeiðið nú er komið í eina fasta legu, og tað gongur allatíðina framá. Rivurnar, sum teir av fyrstan tíð varnaðust og mettu sum ein trupulleikar, hava víst seg ikki at vera nakar stórvegis trupulleiki.
Sum heild tykist Dávur Reinert Hansen at vera væl nøgdur við arbeiðið sum nú er.
Eisini vegarbeiðið vágamegin tykist at ganga væl. Tað verður skjótt klárt at asfaltera, og arbeiðið verður væntandi gjørt liðugt komandi vár, sigur Dávur Reinert Hansen.
Rundkoyring
Eisini streymoyarmegin skal vegarbeiði gerast. Tað er nevniliga soleiðis, at ætlanin er at gera eina rundkoyrin við Leynar. Ætlanin er at fara at gera klárt til hetta arbeiðið í næstum. Dávur Reinert Hansen vónar í hesum sambandi, at ferðslan fer at vísa fyrilit fyri teimum, sum arbeiða.