Bæði MVG og aðrar almennar inntøkur rapa niður í løtuni, so undirskotið á fíggjarlógini fyri komandi ár nærkast 800 mill. kr. Hetta upplýstu tingmenninir Bjarni Djurholm og Tórbjørn Jacobsení sendingini ?Kjakaríið? í Kringvarpinum fyri løtu síðani. Tað var í sendingini um aktuella Atlantic Airways málið, at teir báðir tingmenninir komu fram við tølunum. Bjarni Djurholm úr Fólkaflokkinum nevndi talið 750 mill. kr, meðan Tórbjørn Jacobsen úr Tjóðveldi segði, at undirskotið á fíggjarlógini fyri komandi ár fer at verða millum 750 og 800 mill. kr. verður mett út frá tí gongd, sum er í løtuni.