Undan aldarskiftinum varð roynt at fáa Kalsoynna við í norðoyatunnilsverkætlanina. Men talað var fyri deyvum oyrum.
Hvørki politiskarar ella ráðgevar, fingust at fremja tað einasta rætta í verki.
Plástur á sárið
Ferjulegan, sum kom í 2005 var plástur á sárið. Sam fór at sigla fyri Barsskor. Eitt tátíðar framstig, men í framtíðarsjónarhorni, - eingin langtíðarhaldfør íløga.
Sjón er fyri søgn, nú hundraðtals milliónir skulu nýtast at byggja nýggja kalsoyarferju, íløgur í ferjulegurnar á Syðradali og í Klaksvík og framtíðar skiparakstur.
Undirsjóvartunnil í Kalsoynna
Orka og peningur vóru uttan iva betur farin í undirsjóvartunnil á leiðini við Bumshamar í Klaksvík yvir til Syðradals á Kalsoynni, - á leið sum myndin omanfyri vísir.
Minni munur á kostnaði á ferju og tunli
Verður farið styrstu leið, kann undirsjóvartunnilin byggjast fyri 450 mió. kr. Tá er eindarprísurin uml. 120 mió. kr. fyri hvønn kilometur, og tunnilin knappar fýra kilometrar. Tað tekur minni enn trý ár at byggja tunnilin.
Til samanberingar fer kostnaðurin av at byggja nýggja kalsoyarferju at tátta í 200 mió. kr.
Aðrar 10 tals mió. kr. skulu eisini nýtast til íløgur í í ferjulegurnar á Syðradali og í Klaksvík, um nýggja ferjan, ið er væl størri enn Sam, skal kunna sigla regluliga á vetrardegi í myrkri, vindi og hørðum streymi.
Framtíðar skiparakstur, og avmarkingar, sum standast av at reka ferju heldur enn fast samband, eiga eisini pláss í roknistykkinum.
Tekin í sól og mána tala fyri undirsjóvartunli
Samanumtikið er spurningurin, um sjóvegis ferðasamband ikki er ein leivd frá fornari tíð, - og um øll tekin í sól og mána ikki tala fyri undirsjóvartunli heldur enn ferju í Kalsoynna ?
Bjørn Kalsø