Undirvísa starvsfólk í føroyskum

Fyritøkurnar PmPluss og PM heilsøla eru sum nakað nýtt farnar undir at undirvísa í føroyskum fyri starvsfólkunum.

Fleiri av starvsfólkunum hjá PmPluss og PM koma eitt nú úr Afrika, Rumenia, Pólandi, Russlandi, Ghana, Hvítarusslandi,Tongo, Serbia, Thailandi og Makedonia.

Fyri at bjóða starfólkum, sum koma langvegis frá, eitt betri innilit í føroyska samfelagið, fáa tey undirvísing í máli, mentan, mállæru, almennari vitan og so framvegis.

Undirvísingin er ókeypis fyri starvsfólkini, tí Poul Michelsen samtakið rindar kostnaðin av undirvísingini.

Tað er Birita Mohr, sum stendur fyri undirvísingini í føroyskum máli og føroyskari mentan.