Mentamálaráðið og Arbeiðseftirlitið eru samd um, at undirvísingin á Studentaskúlanum í Hoydølum heldur fram. Við átøkunum, sum Mentamálaráðið, Landsverk og skúlin hava framt og lovað Arbeiðseftirlitinum, eru partarnir samdir um, at Studentaskúlin í Hoydølum kann hýsa næmingunum í høvuðsbygninginum í komandi skúlaári.
26. apríl í ár svaraðu næmingarnir og lærararnir á skúlanum einum spurnarblaði um heilsustøðuna. Frágreiðingin gav ábendingar um, at inniumhvørvið var ikki batnað, síðan ein líknandi kanning varð gjørd í februar í 2008.
Arbeiðseftirlitið kravdi eina nágreinilig støðulýsing og eina ítøkiliga ætlan fyri, hvussu møguligir trupulleikar skuldu loysast. Mentamálaráðið og Landsverk hava arbeitt við málinum, og ymsar ábøtur eru gjørdar í høvuðsbygninginum.
Nú hevur Arbeiðseftirlitið kannað bygningin og játtað, at lærararnir og næmingarnir kunnu húsast í Hoydølum í komandi skúlaári.
Tað skrivar heimasíðan hjá Mentamálaráðnum í dag.