Undri flytur upp

Stutt undan jólum fekk Undri FF boð um, at felagið spælir í triðbestu deildini í komandi kappingarári. B36, sum gjørdist nummar tvey í 3. deild, hevur longu lið í 2. deild, og Skála, sum gjørdist nummar trý, hevur borið seg undan at flyta upp. Tí verður tað ístaðin Undri, sum flytur upp í 2. deild saman við B71, sum vann kappingina í 3. deild.