Undrið basti HB

1. DEILD: Undrið FF hevur vunnið fulla úrtøku í trimum dystum ímóti HB

Mynd: Undrið FF

Í dag var tað grannauppgerð á vøllinum við Løgmannabreyt, har Undrið FF hevði vitjan av teimum næstbestu hjá HB. Heimaliðið vann 3-0 eftir 1-0 í fyrra hálvleiki. Hetta var triðja ferðin, at Undrið FF og næstbesta liðið hjá HB spældu landskappingardyst í ár og yvirhøvur, og Undrið FF hevur vunnið allar tríggjar dystirnar.

 

Tóki Næss Rasmussen setti tíggju minuttir undan steðginum hol á, og tveir minuttir eftir steðgin økti til Martin Hjaltalin Dam um munin til 2-0. Tóki Næss Rasmussen hevur skorað fýra mál í ársins landskapping, og Martin Hjaltalin Dam hevur skorað trý mál.

 

Tá ið ein tími var farin, staðfesti Villiam Emil Klein, sum sjey minuttir frammanundan var komin á vøllin, 3-0 sigurin. Hetta var 13. málið hjá Villiam Emil Klein, sum er toppskjútti hjá Undrið FF.

 

Í gjárkvøldið vann U-21 liðið hjá HB steypakappingina. Hesir plaga eisini at spæla í 1. deild, men teir vóru ikki á listanum í dag.

 

Undrið FF er á sætta plássi við 39 stigum, og HB er á sjeynda plássi við 30 stigum.

 

Um eina viku fer HB at spæla á heimavølli ímóti 07 Vestur, og tá fer Undrið FF at spæla á útivølli ímóti ÍF.

 

Mynd: Undrið FF