Undrið fór úr Gundadali við øllum

1. DEILD: Tað var um reppið, at HB javnaði eftir at hava verið aftanfyri við trimum málum

Mynd: Undrið FF

Undrið FF vann í kvøld 3-2 á útivølli ímóti HB. Undrið fór úr Gundadali og niðan aftur til Hoyvíkar við 3-2 sigri. Hálvleiksstøðan var málleysur javnleikur.

 

Sigurin ber við sær, at Undrið FF er á fimta plássi við 23 stigum, og HB er á sjeynda plássi við 16 stigum.

 

Undrið skoraði trý mál í eitt korter tíðliga í seinna hálvleiki. Málskjúttar vóru Bjarni Brimnes, Villiam Emil Klein og Rói Jacobsen. Hetta var fyrsta málið hjá Bjarna Brimnes í næstbestu deildini í ár, Rói Jacobsen hevur skorað tvey mál, og Villiam Emil Klein er toppskjútti hjá Undrið FF við seks málum.

 

Alt bendi á, at Undrið FF hevði kós ímóti tryggum sigri, men so var tað, at HB eftir heilt lítlari løtu skoraði tvey mál og spenningur kyknaði aftur. Rani Wenningsted Sørensen minkaði um munin til 3-1 í 69. minutti, og tveir minuttir seinni var tað Jógvan Rói Davidsen, sum skoraði, og so var støðan 3-2 til Undrið FF.

 

Tað vórðu ikki skorað fleiri mál, og so fór Undrið FF niðan aftur við trimum stigum.

 

Týsdagin fer Undrið FF at spæla á útivølli ímóti NSÍ, og fríggjadagin fær HB vitjan av toppliðnum TB.

 

 

 

Mynd: Undrið FF