Bloodgroup við Janus Rasmussen eiga eitt av mest undrunarverdu videoløgunum í 2013, sambært heartcloudmag.com
Heartcloudmag.com hevur savnað tey fimm mest undrunarverdu videoløgini, ið komu út í fjør. Her er lagið Fall, hjá íslendsku Bloodgroup á einum fjórða plássi.
Videolagið handlar um eina barnadrotning av onkrum slag, ið hevur eina rúgvu av børnu innilæstum í einum kjallarahøli. Hygg at lagnum omanfyri, ella far inn á leinkjuna til síðuna á hearcloudmag.com niðanfyri, har øll fimm løgini liggja.
Janus Rasmussen, ið tey flestu munnu kenna úr Byrtu, hevur seinastu árini búð í Íslandi, har hann er oddamaður í elektroniska poppbólkinum Bloodgroup. Bólkurin gav síðsta vár út fløguna Tracing Echoes, ið var eitt framúrskarandi verk, og hetta videolagið hevur heilt víst uppiborið heiðurin.