Á kvinnukvøldinum á Oyrarbakka í kvøld 8. mars fara tvær av undurlívsambassadørunum hjá Krabbameinsfelagnum at siga frá, hví tær royna at fáa so nógvar gentur og ungar kvinnur sum gjørligt, at koppseta seg fyri krabbameini í lívmóðurhálsinum. Eisini fara tær at vitja Sands Meginskúla og fleiri 7.- 9. flokkar kring landið.
Navnið ?Undurlív? er ein samanrenning av orðunum undirlív, undur og lívið. Lívmóðurin ber undur, tá hon skapar lív. Og krabba í lívmóðurhálsinum ber til at verja seg fyri við at lata seg koppseta og regluliga kanna.
Tær ungu kvinnurnar vórðu valdar at verða sjálvbodnir ambassadørar fyri átakið Undurlív. Tær fingu undirvísing frá Krabbameinsfelagnum, og síðani hava tær á ymiskan hátt varpað ljós á lívmóðurhálskrabbmein og eggja gentum og kvinnum at lata seg koppseta fyri HPV-virus, ið er høvuðsorsøk til hetta slagið av krabba.
- Krabbameinsfelagið helt, at tað hevur stóran týdning, at hesin boðskapur verður samskiftur á ein hátt, sum er viðkomandi fyri ung.
- Tí er tað ein stórur fyrimunur, at ambassadørarnir sjálvar eru ungar kvinnur, sum duga at samskifta á sama máli og við somu amboðum, sum onnur ung.