Ung í Arbeiði 2008

Í døgunum frá 19. mai til 30. mai kunnu ungfólk melda seg til verkætlanina Verkætlanin ?Ung í arbeiði? verður í gongd í fýra vikur, rá 30. juni til 25. juli. Umsøkjarin skal vera fylt/fyltur 14 ár 30. juni, og ikki 17 ár 25. juli. Verkætlanin fevnir um ymiskt fyrifallandi arbeiði, ið hevur til endamáls at fríðka um kommununa. Arbeiðið er skipað soleiðis, at tey ungu sleppa til arbeiðis tvær vikur í part, svarandi til 80 tímar. Tilmeldingin á heimasíðuni www.torshavn.fo byrjar mánadagin 19. mai og er úti fríggjadagin 30. mai Umsøkjarar skulu búgva í Tórshavnar Kommunu. Ein serlig tilmeldingarskipan er gjørd á www.torshavn.fo. Tá freistin er úti, verður lutakast millum umsøkjarnar um, hvørji fara at fáa arbeiðsboð. Arbeitt verður átta tímar um dagin, frá klokkan 8 til klokkan 16. Tey ungu verða sett eftir vanligum setanartreytum og lønt eftir sáttmálaavtalaðu tímalønini hjá Havnar Arbeiðsmannafelag. Í løtuni verður eisini søkt eftir bólkaleiðarum, ið skulu leiða arbeiðið saman við samskiparanum, Lindu Petersen. Meira fæst at vita um verkætlanina frá henni við at senda ein teldupost til [email protected], ella til ungiarbeið[email protected]