Ung í arbeiði- hvør sleppur uppí ?

Nú vit nærkast summarinum, og summarferian verður í hondum, kemur mær til hugs tað sera góða tiltakið, sum eisini Klaksvíkar kommuna hevur tikið upp, nevniliga ”ung í arbeiði”.

Her hevur ungdómurin møguleika at vinna sær pening við at sleppa at arbeiða hjá Klaksvíkar kommunu. Her er nógv, sum kann gerast og sum ungdómurin kann taka lut í . Kann ikki lata vera við at hugsa um viðarlundina úti í Grøv, tá ið fyrrverandi býargartnarin í Klaksvík Hans Jacob Joensen(hjá Dáva), fór saman við ungdóminum í Klaksvík o.ø. og gjørdi hettar til, hvat tað er í dag, faktisk stoltleikin hjá okkum í Klaksvík Tey fólkini, sum tá vóru ung í arbeiði, kunnu í dag við stoltleika vísa sínum børnum verkið.

Spurningurin er so: hvør, sleppur uppí Ung í arbeiði hjá Klaksvíkar Kommunu í dag. Er tað bert nøkur, sum tað er pláss fyri, og hvørji eru hesi. Eg haldi at Klaksvíkar kommuna skal geva øllum sama møguleika, og er hettar sera lætt, um viljin er til tess. Eitt hugskot kundi verið, at øll í einum ávísum árgangi skulu hava møguleikan, ella tá tey eru nádd ein ávísan flokk í skúlanum. Soleiðis at vit umganga, at misnøgd verður ímillum tey sum føla, at tey ikki vóru vald út til at sleppa uppí ”ung í arbeiði”. Men harafturímóti vita, at tá tey náa ein vissan aldur hava tey øll sama møguleika.

Eitt liggur heilt fast, at vit hava nógv góð starvsfólk hjá kommununi, sum kann gera eitt munagott arbeiði og taka sær av hesum. Tildømis kundi ein, íð starvast hjá kommununi, sum hesa tíðina verður frítikin fyri annað arbeiði, verið settur av til ”ung í arbeiði” har hann í góðari tíð hevur møguleika at leggja arbeiði til rættis til summarið. Og síðani ført tað út í verki saman við teim ungu.

Tiltakið”Ung í arbeiði” ger sítt til, at tey ungu læra at taka lut í tí samfelagsliga arbeiðinum og læra at seta prís upp á arbeiði, sum verður gjørt.

Hettar ert bert ein áheitan til Klaksvíkar Kommunu, um at øll skulu hava sama møguleika til ”Ung í arbeiði”, sum sjálvandi fremur góðan trivnað, og er við til at øll tey ungu føla seg líka vird.