Ung dansa føroyskan dans á Húsum

Komandi vikuskiftið skipar Sláið Ring saman við Klaks­víkar Dansifelag fyri stevnuni Ung í dansi 2011.

Stevnan er fyri ungfólk í aldri­num 13 - 17 ár. ??Í ár verð­ur stevn­an hildin á Hús­um. Barn­a­dansur hevur verið fast­ur part­ur av barna- og un­g­dóms­lív­i­num ­á Hús­um í fleiri ár, og hevur bygd­in fostrað fleiri ung­ar kvøð­ar­ar.?Stevnan byrjar fríggj­a­kvøld­ið tá teir ungu lut­tak­a­r­arnir sleppa at dansa sam­an við limum úr Klaks­víkar Dansifelag og kals­oy­i­ng­um, ið leggja leiðina fram­við. Leyg­ar­morgunin er dan­s­ur og læra á skránni.
Evnið á stevnuni hesaferð er ”Hvussu læra vit okkum kvæð­ini?” Her fer Ólavur Syd­er­bø at greiða frá, hvønn hátt hann brúkar fyri at minnast og læra seg kvæðini. Eftir hetta fara ungfólkini, við fyr­i­lestr­i­num í huga, at læra seg kvæð­ið um kópakonuna. ?
Seinni kemur Rasmus Jo­en­sen, formaður í Sláið Ring, at greiða frá hvønn týdning tað hevur at unga ættarliðið lut­tek­ur í dansi og lærir seg kvæð­ini. ?Leygardagin er útferð á skránni. Farið verður norður til Mikladals at hyggja at helluni, har kópa­kon­an á sinni dansaði og misti bjálvan, sum bóndin tók til sín.?Á Trøllanesi hevur Mikkj­al Joensen fingið lív aft­ur í gamalt jarnsmíð. Hetta sleppa luttakararnir at upp­liva.